Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gapandi tómt ellisheim?

Av sonnum ein skelkandi og ófrættakendur boðskapur, sum nýggja landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, borðreiddi við fyrr í vikuni – at eingin játtan er til at reka øll tey nýggju ellisheimini, sum kommunur kring landið í løtuni lata byggja, og sum skjótt eru liðug.

Hon greiddi frá, at fíggjarkarmurin hjá Almannamálaráðnum tekur ikki hædd fyri hesum nýggju rakstrarútreiðslunum, sum tátta í tær 200 milliónir krónurnar.

Tórshavnar kommuna byggir í løtuni Boðanesheimið, sum er eitt ellisheim til 64 búfólk. Heimið er liðugt at taka í nýtslu ikki seinni enn 1. oktober 2012. Árligu rakstrarútreiðslurnar koma at liggja um 40 milliónir krónur.

Pengar, sum eftir øllum at døma ikki eru til í landskassanum.

Bindandi tilsøgn um raksturin

Nú var Annika Olsen so mikið at sær komin, at hon beindi trupulleikan til løgtingið, tí tað er løgtingið, sum hevur ásett fíggjarkarmin. Men heilt so lætt sleppur hon ikki.

Við lóggávu hevur landið latið kommununum upp í hendurnar at byggja og fíggja ellisheim við ávísum stuðli frá landskassanum. Afturfyri skal landið bera rakstrarútreiðslurnar av heiminum aftaná.

Henda fyri kommunurnar altavgerandi fortreyt er skjalfest í stuðulslóggávuni, har tað stendur:

“Ein tilsøgn um studningslán er samstundis ein játtan til umsøkjaran um, at landið rindar fyri raksturin av teim nýggju eldrabúplássum sambært galdandi fyriskipanum. Við tilsøgn um studningslán bindur landsstýrismaðurin seg til at fáa neyðuga játtan til vega á fíggjarlógini til raksturin av eldrabúplássum.”

So Annika Olsen, tann 1. oktober 2012 flyta fyrstu búfólkini inn í Boðanesheimið, og tað áliggur tær sum landsstýriskvinnu at skaffa fíggingina til raksturin.

Hevur skund!

Og ger tað skjótt. Eitt er, at kommunan nú av álvara má seta sær spurningin, um hon skal steðga byggingini av Boðanesheiminum alt fyri eitt, koma ikki frægari tónar úr landsstýrinum um raksturin. Tað verður einki minni enn ein skandala, skuldi tað komið hartil.

Skandalan verður ikki minni, um Boðanesheimið fer at standa gapandi tómt í mánaðir og ár.

Eitt annað er, at tað sita yvir 100 eldri og enn fleiri avvarðandi kring um í kommununi, hvørs framtíð og lívsgóðska er beinleiðis tengd at Boðanesheiminum. Lat ikki jólini ganga, uttan at hesi hava fingið fulla vissu fyri, at tey 64 búplássini verða tikin í nýtslu 1. oktober 2012.

Alt annað er mannminkandi gerð og spott.

Landið rennur undan ábyrgd

At enda – nógv hevur verið talað um, at eldrarøktin skal leggjast til kommunurnar at umsita. Størsta motivatiónin hjá landsstýrinum fyri hesum er eftirhondini bert at sleppa undan teimum skjótt vaksandi rakstrarútreiðslunum til økið.

Men soleiðis spælir klaverið ikki.

Fíggjartørvur landskassans til at reka eldrarøktina hvørvur ikki við at leggja økið til kommunurnar. Tvørturímóti, tí tá koma øll lógarásettu krøvini, sum landið í dag ikki setur sær sjálvum.

Skal økið leggjast til kommunurnar, skulu pengarnir fylgja við. Ikki bara onkur hissini upphædd, men upphædd, sum svarar til veruliga tørvin og kravda tænastustigið.

Og lat tað ljóðað púra greitt, at landið sleppur ikki at renna undan ábyrgdini á hesum øki!

Heðin Mortensen

Borgarstjóri