Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá ið Anja Wardum í Havn sá lýsing um, at ein kundi tekna seg til Gangi½maraton í fjør, bar hon skjótt at og royndi eisini at fáa fleiri vinkonur úr bindiklubbanum at koma við.

Gangi½maraton - Hava bílagt gott veður aftur í ár

Hava bílagt gott veður aftur í ár

Tá ið Anja Wardum í Havn sá lýsing um, at ein kundi tekna seg til Gangi½maraton í fjør, bar hon skjótt at og royndi eisini at fáa fleiri vinkonur úr bindiklubbanum at koma við. Nakrar vóru nokk so trekar í fyrstani, tí tær ivaðust, um tær fóru at klára at ganga 21 km langa teinin, men tá ið avtornaði, vóru tað 6-7 bindiklubbavinkonur sum fóru til gongu í góðveðrinum í fjør.

“Vit høvdu tað sera hugnaligt, veðrið var so gott og vit møttu bara einum lítlum fittum æli á vegnum, annars var sól meginpartin av túrinum,” sigur Anja og leggur afturat, at hóast tær ikki renna maraton, so kendu tær seg sum part av tí stóra tiltakinum, og hinir rennararnir vóru fegnir um gongufólkið, tí tey stuðlaðu teimum so væl á leiðini. Anja og vinkonurnar gingu í góðum tempo, prátaðu, fingu sær av fruktini og vatninum, sum stóð teimum í boði fram við vegnum, men tá ið onkrir aðrir bólkar knappliga yvirhálaðu, kom eitt sindur av kapping í gongufólkini. “Ja, gongutúrurin gjørdist til eina stuttliga kapping millum nakrar av bólkunum, tí eingin vildi sjálvandi vera aftast,” flennir Anja og sigur, at bindiklubbin kom á mál eftir bara 3 tímar og 20 minuttir. “Hetta var væl skjótari, enn vit høvdu roknað við,” heldur hon áfram og sigur, at túrurin í fjør gav bindiklubbanum so gott mót, at tær beinanvegin tá gjørdu av, at tær fóru aftur í ár, og hesaferð ætla tær sær at renna meira enn í fjør. At partur av gjaldinum fer til eitt góðgerandi endamál hevur bara gjørt avgerðina tess nemmari.

Anja heldur, at flest øll klára at ganga hasar 21 kilometrarnar, eisini hóast tey ikki venja hvønn dag. Í ár eru tað ikki færri enn 10 bindiklubbavinkonur, sum hava teknað seg til Gangi½maraton, so undirtøkan er betri enn í fjør. “Sjálvandi hevur veðrið nógv at siga, men vit hava bílagt gott veður aftur í ár,” skemtar hon, men sigur, at hon umframt sólkrem ætlar sær at taka hanskar og húgvu við, tí lotið er kalt. “Vit gleða okkum at fara til gongu 4. juni og ætla sjálvandi at taka dystin upp ímóti øllum, ið royna at yvirhála okkum,” sigur Anja Wardum flennandi at enda.