Gangið 5 bygdagøtur í juni
ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.
Undir heitinum Rørsla í Føroyum fara ÍSF og Fólkaheilsuráðið nú undir átak at fáa føroyingar at røra seg. Talan er um eina kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.