Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ganga fiskiveiðuloyvini út í 2018 ?

Flest øll halda, at fiskiveiðuloyvini ganga út av sær sjálvum 2018, og at tá byrjar ein nýggj loyvistíð við nýggjum møguleikum og treytum og har onnur - enn tey sum í dag eiga veiðuloyvini - sleppa framat.

Hetta letur seg ikki gera uttan lógin um vinnuligan fiskiskap verður broytt.

Tí eru hesir spurningar er tí settir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum Jacob Vestergaard at svara Løgtinginum í dag:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at endurnýggja veiðuloyvini aftaná 2018 í 5 ár, t.v.s til 2023 eftir hesi lóg?

2. Ella ætlar landsstýrismaðurin at broyta lógina um vinnuliga fiskiskap soleiðis, at veiðiloyvini ganga endaliga út í 2018?

3. Er ætlanin at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at veiðiloyvini aftaná 2018 verða lætin við nýggjum treytum?

Poul Michelsen

Niðanfyri sæst galdandi lógartekstur :

§ 7 b. 14) Veiðiloyvi, latin sbrt. hesi lóg, hava gildi til 1. januar 2018.

Stk. 2. Tá veiðiloyvi fer úr gildi sbrt. hesi lóg, fella samstundis øll fiskirættindi burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sbrt. lógini.

Stk. 3. Hóast stk. 1 fær eigari av fiskifari, ið hevur fingið avmarkað fiskirættindi sambært § 7,

stk. 5, bert tey í fiskiloyvinum fyribils ella avmarkaðu rættindini tað ávísa fiskiárið. Stk. 4. Fiskiloyvi, latin í bólki 5, hava gildi til 1. januar 2018. ** Stk. 5. Veiðiloyvi og fiskiloyvi kunnu ikki setast í veð.

§ 7 c. 14) Hóast ásetingarnar í § 7 b kann veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í sambandi við endurnýggjan av veiðiloyvi.

Stk. 2. Veiðiloyvi, ið verða endurnýggjað, hava gildi í 5 ár. Onnur veiðiloyvi, ið verða latin eftir 1. januar 2018, hava gildi í 5 ár.

Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri endurnýggjan av fiskiloyvum til bólk 5, sbr. § 5, stk. 4 og § 7 b.