GAMLIR VINIR SKULU IKKI GLOYMAST
Stephen Sackur, hatta hálvbýtta sum hevur yvirtikið Hardtalk í BBC eftir Tim Sebastian, hevði viðtal við Steingrím J. Sigfússon nú henda dagin. Steingrímur fór at reksa upp, hvør lænti Íslandi pengar, eftir at kreppan rakti.
Hann nevndi Føroyar, og tað er meira enn Øssur Skarpheðinsson gjørdi í ST á sinni. Ikki tí, aðrir leiðandi politikarar í Íslandi hava eisini gjørt sær ómak við ikki at nevna Føroyar, tá teir reksa upp, hvør hevur lænt Íslandi pengar. Sovorðnir sum Davíð Oddsson og Jón Baldvin Hannibalsson.
Steingrímur stóð seg annars heilt væl í Hardtalk, sjálvt um hatta hálvbýtta ikki dugir fólkaskikk.
Grækaris Grashødd
Her kann samrøðan hoyrast niðarlaga á síðuni hjá eyja.is