Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Gamla Testamenti er fiksjón, ikki so?

Fyrilestur við Jens Bruun Kofoed professara verður í veitsluhøllini á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum) mánakvøldið 3. marts, kl. 20:00. Evnið er: “Er tað vísindaliga møguligt at viðgera Gamla Testamenti sum eina søguliga álítandi keldu?”

Gransking í Gamla Testamenti síðstu árini hevur verið merkt av sera stórari skepsis um søguliga virðið í hesum gomlu jødisku skriftunum. Mest skeptisku granskararnir, tann sonevndi Keypmannahavnar skúlin, vilja vera við at Gamla Testamenti, alt sum tað er, er uppspunnið, skrivað av jødum í hellenistiska tíðarskeiðnum í royndini at skapa eina felags søgu og mentanarligt grundarlag. Hóast ikki allir granskarar fara so vítt, so eru teir flestu sera ivingasamir um elstu fláirnar í søgugongdini í Gamla Testamenti hava nakað søguligt virði yvirhøvur—so sum søgurnar um ættarfedrarnar Ábraham, Ísak og Jákup, og ferðina hjá Ísraelsfólki úr Egyptalandi.

Tó, tað eru granskarar, serliga í enskt talandi heiminum, sum meta, at Gamla Testamenti hevur høgt søguligt virði. Í norðurlondum er Jens Bruun Kofoed ein av fáu forsprákarunum fyri søguliga trúvirðinum í Gamla Testamenti. Kofoed vardi sína Ph.D. ritgerð við Aarhus Universitet í 2001, og er í dag professari á Fjellhaug Internasjonale Høgskole. Í fyrilestrinum í veitsluhøllini á Námsvísindadeildini mánakvøldið fer hann at viðgera, um tað er nakað vísindaligt grundarlag fyri søgufrøðiliga virðinum í Gamla Testamenti. Hann fer t.d. at viðgera útferðini úr Egyptalandi sum eitt mentanarligt minni og meta um, hvussu søguliga viðgerðin av tekstum sum hesum er tengd at teimum a priori fortreytum, ið granskarar fara til verka við. Møguleiki verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum eftir fyrilesturin.

Poul F. Guttesen