Gáloysni í ferðsluni er vandamikið
FERÐSLUTRYGD: Landsverk fegnast um nýggjasta átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum setir ljós á ein ferðsluvanda, ið ikki hevur verið serliga nógv lýstur; nevnliga gáloysni.
Seinastu nógvu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at bøta um trygdina hjá teimum ferðandi. Arbeitt verður bæði við at minka um vandan fyri, at óhapp henda og við at minka avleiðingarnar av óhappum.
Orsøkir til ferðsluvanlukkur kunnu vera nógvar, og sjálvdan er bert ein orsøk. Tó vísa kanningar, at stórur partur av ferðsluvanlukkum henda orsakað av menniskjansligum mistøkum.
Tí fegnast Landsverk um nýggjasta átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, har stovnurin vísir á ein vanda í ferðsluni, sum higartil ikki hevur verið sett so nógv ljós á; nevniliga gáloysni.
Gáloysni er ein støða, har bilførari í eitt styttri ella longri tíðarbil ikki gáar um koyriuppgávuna, orsakað av virksemi ella hendingum, sum onki hava við koyringina at gera. Kanningar vísa, at 30 prosent av øllum ferðsluvanlukkum hava gáloysni sum avgerandi orsøk.
Somuleiðis vísa kanningar, at annarhvør føroyingur brúkar fartelefon, meðan hann koyrir bil. Fartelefon og koyring kann vera ein vandamikil blanding. Koyrir tú 80 km/t og hyggur eftir fartelefonini í bert fýra sekund, merkir hetta, at tú koyrir 89 metrar í blindum.
Les meira á www.ferdslutrygd.fo Fakta Í ferðslutrygdarætlanini frá 2007 stendur millum annað: “ Týdningarmesti parturin til betri ferðslutrygd er einstaklingurin. Hóast vegleiðandi vegaskipanir, sum við millum annað tøkni, forða fyri vanlukku, løgreglueftiransing, ið fyribyrgir vanlukkum, og fyrigevandi vegaskipanir, soleiðis at skaðin verður avmarkaður, er tørvur á, at einstaklingurin sjálvur átekur sær sín part av ábyrgdini. Um Nullhugsjónin skal røkkast, skulu skipanir og fólk samstarva. Skipanirnar virka bara, um einstaklingurin skilir og góðtekur tær.” Ferðslutrygdarætalnin kann lesast á:
http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=15939&NewsItemID=9675