Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

G! Troyggjan 2014

Tað er Navia á Toftum, ið hevur staðið fyri framleiðsluni av G! Troyggjuni 2014 og er sniðgivin av Oddvör Jacobsen.

Íblásturin til troyggjuna er úr ríku skipstroyggjumentanini í Götu.

Hövuðsmynstrið, sum er Blásastovu mynstri úr Norðagötu, verður brotið av við einum borda, sum er spegilsmynd av Stöðlafjalli.

Tógvið, ið troyggjan er bundin av, er samfingið tógv frá Navia. Samfingið tógv inniheldur föroyska ull og enska lambsull.

Einans 60 troyggjur eru til av hesari sermerktu G! troyggju. Troyggjan kemur út í 2 litum.

Troyggjan kemur á marknaðin 15. Juli og fer at kosta 999,- kr.

Troyggjan kann keypast í Navia handlinum á Toftum og SMS umfram á festivalinum í Syðrugötu.

Navia hevur somuleiðis staðið fyri sniðgeving og framleiðslu av húgvum og T-troyggjum til festivalin, hesar taka somuleiðis stöði í mynstrinum á G! troyggjuni.