Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Laura Olsen saman við Sigvör Laksá fíggjarstóra á G! Festivalinum.

G! setur tjaldingarovasta

Tjaldingin hevur öll árini verið ein av sera stórur partur av G!, nú setur festivalurin ein tjaldingarovasta, fyri at tryggja uppaftur betri heildaruppliving fyri tey, ið tjalda.

Laura Olsen, sum í fleiri ár hevur verið knýtt at festivalinum, er sett sum tjaldingarovasti, og hevur fingið ábyrgdina av at samskipa tjaldinginga og tryggja at upplivingin verður so góð sum til ber fyri tey, ið tjalda.

Tey, ið tjalda, hava öll árini verið einum litríkur og spennandi partur av festivalinum, ið skapar ein stóran part av tí eyðkenda G! stemningum.

Tí er tjaldingin eisini eitt ökið, ið G! stöðugt hevur roynt at ment og gjört betri.

Í sambandi við eftirmetingarnar av í fjör, er avgerð tikin um, at seta ein persón at hava yvirskipaðu ábyrgdina av tjaldingarökinum.

Laura kennir allar mannagongdirnar væl, og hevur ótrúliga gott samband við; felög, sjálvboðin og afturvendandi gestir ið eru við at skapa og seta dám á festivalin. Tí var hon upplögd til starvið.

Hon kemur at vera eitt slag av umboðskvinnu hjá teimum, ið tjalda. Tann, ið tey venda sær til, um okkurt kundi verið betur, og tann, ið tryggjar best möguliga tænastustöðið.

G! Festival 2014 er í dögunum 17. 18. & 19. juli Hevur tú enn ikki tryggja tær eitt tjaldingarpláss, ber til at keypa tað á gfestival.fo.