Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hóskvøldið á G! Festivalin eydnaðist heilt framúr og endaði við einum braki, sum ongantíð er sætt í Føroyum, tá SBCR aka The Bloody Beetroots østi sandin upp í skúm. Men tónleikaskráin í kvøld er um møguligt enn sterkari

Á tjaldingarøkinum vaknaðu tey í regnvátum teltdúki, men hjá teimum flestu sat smílið so rimmarfast aftaná hóskvøldið á G! sum fer í søguna, sum ein tann besti hósdagurin á G! nakrantíð. 

Metsølan av atgongumerkjum til hósdagin vitnaði um sterku uppstillingina og tónleikaligu upplivingarnar stóðu mát. 

Veðurgudarnir hava spælt við musklunum fyrrapartin við sílandi regni og eitt sindur av vindi, men tey veðurkønu í Gøtu eru vís í at, út móti kvøldið fer veðrið at batna munandi. 

 - Vit ivast ikki í, at kvøldið í kvøld verður enn betri, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G! Festivalinum.

Pallurin á Spæliplássinum er um at vera klárur og stjórin gleðir seg og hevur latið seg í til eitt gott kvøld á G! Festivalinum.

Pallurin á Sandinum rimmarfastur
Nógva regnið hevur argað pallin á Spæliplássinum, har ein riva í dúkinum hevur seinkað framførlsurnar ett sindur. Frá klokkan 18 koyrur Spæliplássið eftir ætlan. Undanfarin ár hevur onkuntíð verið neyðugt at flyta framførslur av pallinum á Sandinum, men eftir at Gøtu kommuna hevur tryggjað undirstøðið er pallurin á Sandinum rimmarfastur. 

Enn sterkari skrá í kvøld og ein broyting
Tónleikaliga upplivingin hóskvøldið varð sterk, men skráin í kvøld er enn sterkari. Frá Hudson Taylor við Gabrielle Aplin til Leu Kampmann, Hamradun, Songhoy Blues og Steve’n’ Seagulls hava vit eina krútsterka skrá. Tá vit so leggja Fjósið afturat, har eitt nú Uni Debess og Janus & The Crowberry Band spæla, so er nærum fullkomið.

Ein broyting er í skránni og tað er G! drotningin Eivør, sum er betri fyri enn nakrantíð fyrr, ið fer á pall í annaðkvøld - leygarkvøldið. 

Verið øll vælkomin á G! Festival.