Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

G! Festivalurin er byrjaður í fagrasta veðri. Fólk er savnað í pottunum og tónarnir ljóma um Syðrugøtu

Í kvøld verður G! festivalurin av álvara skotin í gongd. Í gjár kappaðust tey ungu um bestu plássini á tjaldingarøkinum og í dag er sjálvt festivaløkið klárt.

Pottarnir og sandurin í Syðrugøtu er hjartað í festivalinum og har er sjálvsagt lív.

Heilt stóru nøvnini, sum fara fylla sandin í kvøld eru Phlake og SBCR aka The Bloody Beetroots, sum leggja upp til tað heilt stóru elektronisku veitsluna. Á spæliplássinum í kvøld eru Konni Kass og Punjab høvuðsnøvnini, meðan tann heilt stóra tungmálmsveitlsan verður í Fjósinum, har tiltakið “Upp við Hornunum” bjóða fremstu tungmálmsorkestrini, so sum Iron Lungs og serliga Svartmálm.

Vælkomin á G! Festival