Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrstu yvirlitstrolingarnar í ár

Magnus Heinason er júst liðugur við fyrra partin av árligu yvirlitstrolingunum á føroyska landgrunninum. Tann seinni parturin er frá 7.-21. mars, tilsamans 100 tóv. Nøgdin av øllum fiskasløgum var skrásett, og eisini var støddin á fiskinum kannað.

Hesa ársins tíð gýta flestu fiskar, t.d. toskur, hýsa og upsi. Toskurin gýtir á Norðhavinum og í Vágahavinum, og vanliga er lítið av toski at fáa á øðrum økjum. Eins og onnur ár var mest av toski at fáa í einum lítlum øki umleið 8 fjórðingar norður úr Risanum. Í fjør vóru so mikið sum 14,9 tons fingin eftir bara einum tíma, men í ár var minni at fáa, bert 4,6 tons. Tað var eisini serstakliga smáur fiskur, har miðalvektin lá heilt niðri á 2 kg per tosk, svarandi til eina miðallongd á 57 cm. Hetta svarar til fisk, sum er 3 ella 4 ára gamal og harvið gýtir fyrstu ella aðru ferð.

Upsin gýtir vanliga í februar mánaði, og vanliga er tað upsi, sum er størri enn 55 cm. Í ár var tað sjáldsama at síggja, at heilt smáur upsi (seiður) var kynsbúgvin, heilt niður í 35 cm.