![](/myndir/myndin-17005_r_705_0.jpg)
Fyrstu vinnu ph.d.-verkætlanirnar fingið stuðul
Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til tvær vinnu ph.d.-verkætlanir, eina mió. kr. til hvørja verkætlan.
Onnur verkætlanin kallast “Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti á Vágoynni til smolt-aling á landi”. Partarnir í verkætlanini eru Malan Ellefsen, jarðfrøðingur, Hiddenfjord: http://www.hiddenfjord.fo/ og DTU Environment. Eisini verður samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.
Hin verkætlanin kallast “Útvinnan av alduorku við Føroyar”. Partarnir í verkætlanini eru Bárður Joensen, sivilverkfrøðingur, LBF: http://www.lbf.fo/ og DTU Mechanical Engineering. Eisini verður samstarvað við SEV: http://www.sev.fo/ , Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.
Les meira á: