Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna fer í næstum at luta út 48 grundstykki í nýggjari útstykking undir Kongavarða. Í hesum sambandi verða skriv send umsøkjarum á bíðilistanum til stykki á Argjum um at boða frá, um teir hava áhuga í at vera við í tillutanini.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini siga báðir, at um tørvur og áhugi er, so verður hildið fram og umleið 50 grundstykki verða gjørd byggibúgvin aftrat. T.v.s., at samanlagt kann verða talan um umleið 100 grundstykki í útboði frá kommununi.

Tað er ein øgiligur aktivitetur í umráðnum - niðanfyri hesa útstykkingina verða í løtuni ikki færri enn 32 raðhús bygd eystanfyri verandi raðhús Undir Kongavarða. Talan er um 4 lonir við 8 húsum í hvørjari lon.

Kommunalu stykkini eru um 400 fermetrar hvørt, sløtt og klár til bygging, og liggja soleiðis, at øll kunnu njóta einastandandi góða útsýnið. Útstykkingin liggur omanfyri vegin, millum skúlan á Argjahamri og íbúðarblokkarnar undir Kongavarða.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini, fegnast um, at verulig gongd nú er komin á útstykkingina. Nevnast kann eisini, at fyrsta dagin verður hakin settur í stóru útstykkingina í Kollafirði.