Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrstilærari í Hósvíkar skúla

Dan Klein --- 26.07.2017 - 09:40

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sett Fríðgerð í Líð sum fyrstalærara í Hósvíkar skúla. 

Fríðgerð er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2012. Fríðgerð hevur síðani starvast sum lærari í Hoyvíkar skúla og á Føroya Fólkaháskúla. Fríðgerð hevur eisini starvast sum lívbjargari í svimjihøllini í Gundadali og hevur verið vikarur í fólkaskúlanum í átta ár.

Fríðgerð er í holt við at taka leiðsluútbúgving í almennari fyrisiting sum sjálvlesandi, og hevur higartil tikið átta skeiðspartar. Fríðgerð er stjóri í egnari fyritøku, har hon umboðar, sniðgevur og selur bundnar vørur við merkinum FíL.

Fríðgerð tekur við starvinum sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla 1. august 2017.