Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrsti sambandsløgmaður

Tá tingmenn á ólavsøkutingsetuni 1906 høvdu fund um at stovna politiskan flokk, var eitt av evnunum hvussu hesin flokkur skuldi eita.

Tá skeyt prósturin Fríðrikur Petersen upp, at navn floksins skuldi verða Sambandsflokkurin.

Fríðrikur var sera málkønur. Hann hevði gingið fimm ár í latínskúlanum í Reykjavík og dugdi fornmál okkara til lítar. Hann hevur tí verið greiður yvir, hvat ið orðið samband týðir.

Vit kunnu hava samband við aðrar menniskjur. Í hesum liggur, at vit samstarva við tær. Men tað ber ikki til at samstarva við at gerast ein partur av einari aðrari menniskju. Okkara høgra oyra hevur ikki samband við okkum. Nei, tað er ein partur av okkum sjálvum!

Politiskt samband er tí samstarv millum partar, sum eru løgfrøðiligir javningar.

Tað var hetta, sum Fríðrik Petersen visti, tá ið hann gav flokki sínum navnið. Vit liva í okkara egna ríki, og vit hava samband við eitt annað ríki, sum er Danmørk. Hesi bæði ríkini eru í einum ríkjasambandi.

Tíverri hevur Sambandsflokkurin eina tíð ikki lyft arvin eftir Fríðriki Petersen. Men nú glíggjar í. Verandi formaður floksins hevur sagt, at hann heldur, at flokkurin skal fara at virka fyri sambandi heldur enn innliming í annað ríki.

Hetta er ein stórhending, tí harvið er Kaj Leo Holm Johannesen fyrsti sambandsløgmaður okkara.

 Zakarias Wang