Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrsti løgfrøðingurin fekk sína útbúgving í tí Ónda stað

Har skuldi hann læra at gera svart til hvítt og hvítt til svart. Soleiðis varð mær sagt frá fyri uml. seksti árum síðani, og søgan hevur víst seg at hava hald í verunleikanum. Brotsmaðurin skal hava ein, ið kann gera svart til hvítt, og myndugleikarnir skulu hava ein, ið kann gera hvítt til svart, og síðani skal dómarin gera niðurstøðuna.

Vit kunnu ímynda okkum, um hin ákærdi bert fekk egnan verjuløgfrøðing, meðan ákærarin onki hevði at skula hava sagt. Mundi hin ákærdi ikki verið fríkendur óansæð brotsverk? Og hinvegin, um hin ákærdi onga verju hevði, meðan ákærin var vælfyrireikaður. Mundi ákærdi so ikki verið dømdur?

Hetta kann tykjast sum ein sjálvfylgja. Men hvat er tað so, vit uppliva í landsins hægstu leiðslu í dag?

Eitt umboð fyri teir svørt/hvítu loyvir sær einvegis at taka støðu – hvíta støðu sjálvandi – í einum sera tungum og fløkjasligum máli. Hann sigur sjálvur, at hann ikki er óheftur. Men burtursæð frá tí, sigur hann, so er alt OK og undir fullum kontrol. Hin svarti til hvítt vaskandi foldar hendur og skolar hin svarta løgin í kloakkina. Undarligt at løgfrøðisstætturin ikki talar at.

Tað er annars ikki tí, at eg veit ella haldi, at nøkur lík eru at finna í lastini.

Men, men, Føroya fólk má sum eitt minstakrav kunna krevja, at skil er í galskapinum.

Dagfinnur Danbjørg.