Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrsta útgávan hjá Hús

Fríggjadagin 2. november 2018 útgevur plátufelagið Kervið fyrstu útgávuna hjá Hús 'Nevember'. Hús er verkætlan hjá Rólant Lenvig av Reyni, ið er best kendur sum guitaristur í rokkorkestrinum Makrel.


Tónleikurin hjá Hús er ein samanrenning av tungum pulserandi rútmum og hypnotiskum guitarriffum. Onkur hevur lýst tónaheimin hjá Hús sum ljóðbandið til ein dreymasekvens í einum Sophia Coppola filmi, meðan tónleikurin samstundis hevur eina myrkari síðu; litað av London, har meginparturin av 'Nevember' varð skrivaður.

Útgávuveitsla

Í samband við útgávuna bjóðar Kervið til ókeypis útgávuveitslu á útgávudegnum 2. november í Sirkus Föroyar kl. 21:30. Umframt Hús er kvøldið fylt við nýhugsandi elektroniskum tónleiki frá:

Jakku (Kingodub)
JamesJames (Ambient Dub)
 Springarasystrar. (RnB, Hiphop og Trap)
Vár (Techno) 


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Mky8zdwcbuQ]