Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á KJ, og David Brown, alileiðari hjá Cook Aquaculture Scotland í Hetlandi, frammanfyri Sapphire eftir handanina í seinastu viku.

Fyrsta tvíkiljan farin til Hetlands

Skotska alifyritøkan Cook Aquaculture Scotland er farin at keypa alibátar frá KJ á Kamsdali. Ein tvíkilja er nú latin til eitt alibrúk í Hetlandi, og aftur ein verður í heyst latin til eitt alibrúk hjá fyritøkuni í Orknoyggjum. 

Tíðindaskriv:

Seinnapartin sunnudagin, loysti tvíkiljan Sapphire av Fuglafirði og setti kós móti Unstinum í Hetlandi, haðar hon kom í dag.

Sapphire er hin fyrra av tveimum tvíkiljum, sum skotska alifyritøkan Cook Aquaculture Scotland hevur bílagt frá KJ á Kambsdali.

Sapphire skal brúkast á alistøðini hjá Cook Aquaculture Scotland í Uyeasound á oynni Unst í Hetlandi, og hin seinna tvíkiljan, sum verður latin fyritøkuni í heyst, skal brúkast á einum alibrúki í Orknoyggjunum.

Cook Aquaculture Scotland hevur eini 15 alibrúk í Hetlandi og eini 10 í Orknoyggjunum. David Brown, sum er økisleiðari hjá Cook í Hetlandi, fekk formliga handað tvíkiljuna í Fuglafirði í seinastu viku, og hann er væl nøgdur.

- Vit hava glett okkum til at fáa hesa nýggju tvíkiljuna úr Føroyum. Hon orkar væl, og so ivist eg ikki í, at hon eisini ber seg væl í sjónum – tá hon kann brúkast í Føroyum við tí veðrinum, sum her kann vera, so riggar hon eisini í Hetlandi, sigur hann.

Tær báðar tvíkiljurnar til Cook Aquaculture Scotland eru av slagnum KJ 1400-700. Tær eru 14 metrar langar og sjey metrar breiðar og eru útgjørdar við krana, sum lyftir 32 tons.