Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrsta fløgan frá Figment Dwells

Ungi føroyski rokkbólkurin Figment Dwells hevur kunngjørt sína fyrstu studiofløgu, ið ber heitið ”Scopperloit” og kemur út mikudagin 23. mars. Í hesum sambandi verður boðið vælkomið til útgávutiltak í TUTL handlinum kl. 16.30, har eisini okkurt gott verður at fáa at eta og drekka.

Fløgan fevnir um ellivu løg, harímillum vælumtóktu stakfløgurnar ”Goodnight Christopher” og ”Norml lil boi,” ið komu út í seinru helvt av 2015.

Figment Dwells er ein sonevndur 'alternativur jogurt rokkbólkur' úr Havn. Bólkurin framførdi sína fyrstu konsert á vári í 2015 í sambandi við árligu Sement tónleikakappingina og hevur síðani tá spælt konsertir kring landið.

Sjúrður Samuelsen hevur framleitt fløguna.

Limirnir í bólkinum eru: 

Palli Dalsgaard - rytmugittar og sang
Sjúrður Samuelsen - høvuðsgittar
Edvin Niclasen - trummur
Katrin Sigurpálsdóttir Kamban - bass