Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrrverandi tingmaður: Vit eru limir í norska ríkinum

Í Dimmu nr. 15 frá 20. Januar 2012, skrivar Líggjas í Bø, eitt lesarabræv, sum hann kallar “Drotningin og hennara riddarar”.

Í lesarabrævinum vísir hann staðiliga á, at føroyingar, sum limir í norska ríkinum leingi vóru í felagsskapi við Danmark um m.a. kong, og at tann felagsskapurin ongantíð er avtikin. Hann vísir á, at danska kongsveldið í øldir hevur roynt at heilavaska føroyingar til at vera danir.

Vit hava spurt, fyrrverandi tingmann, Tórbjørn Jacobsen, hvat hann heldur um niðurstøðuna hjá Líggjasi í Bø, sum Zakarias Wang, undan honum, hevur ført fram?

- Eri samdur við Zakariasi og Líggjasi í teirra tulking av søguni. At vit í prinsippinum eru limir í norska ríkinum, sum leingi var í felagsskapi, - við Danmarkar kongi sum ríkisoddvita. Formelt er hendan alliansan ikki avtikin, tí hanga vit í grundini uppi í danska kongshúsinum, hóast vit ikki eru partur av donsku ríkiseindini. Hetta er søgan og argumentatiónin er burðardygg. Liggur latent í spurninginum um framtíðarstøðu Føroya. Hon heldur vatn, men nógv vatn er eisini runnið í sjógv síðani, og nógvar realpolitiskar støður hava síðani verið í viðurskiftunum ímillum okkum og hini Norðurlondini. Hinvegin, so hava Føroyar alla tíðina verið ein sjálvstøðug jurisdiktión, og tann veruleikan hevur ongin enn kunnað skalað, sigur Tórbjørn Jacobsen, m.a...

Meira kemur á heimasíðuni, og í blaðnum í morgin...