Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrrverandi stýrislimur í Vinnuframagrunninum er innkallaður sum vitni av SØIK

Fyrrverandi stýrislimur í VFG er innkallaður av Statsadvokaten for særlig Økonomisk og International Kriminalitet (SØIK).

Í sambandi vid, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Johan Dahl, Vinnumálaráðharri eru meldaðir, ísv. mál um korruptión í Vinnuframagrunninum í 2009, er Suni á Dalbø nú innkallaður, sum vitni hjá SØIK í Keypmannahavn 25. okt. kl 11:00.

Í stuttari viðmerking sigur Suni á Dalbø:

”Eg vil hava, at tann korruptión, sum eg upplivdi, tá eg sat í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin, skal koma fram í ljósið, og at fólk skulu sleppa at forklára seg fyri rættinum. Eisini má staðfestast, um Føroyar er eitt rættarsamfelag, har ábyrgdin hjá landstýrismonnum og løgmanni kann og skal takast í álvara”.