Fyritøkur stuðla corona gransking
Fimm fyritøkur játta granskingarráðnum stuðul til coronagransking.
Endamálið við stuðulsátakinum er at kortleggja og granska corona ávirkanina í Føroyum og avleiðingarnar á samfelagið nú og frameftir. At vinnufyritøkur hava stuðlað hesum átakinum gevur Granskingarráðnum munandi betri møguleika at stuðla nógv fleiri verkætlanum, enn møguleiki hevði verið til annars.
Tær fyrstu tríggjar granskingarverkætlanirnar hava longu fingið játtað stuðul.
Tað ber framvegis til hjá fyritøkum at veita stuðul til corona gransking og til ber at venda sær til Granskingarráðið um hetta.
Les meira á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum www.gransking.fo