Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyritøkur í Føroyum kunnu nú brúka Vækstfonden

Ein broyting í lóggávuni um Vækstfonden ger at nú ber til at føroyskar fyritøkur kunnu fáa atgongd til fígging frá grunninum, um endamálið við fíggingini er vøkstur og víðarimenning av fyritøkuni.  

Vinnuhúsið:

Broytingin í lóggávunu um Vækstfonden geva smáum og miðalstórum fyritøkum í Føroyum møguleikan at søkja um fígging frá grunninum, um tær ætla at víðka virksemið.

Hetta kann m.a. vera:
fígging til keyp av fyritøku ella uppkeyp av aðrari fyritøku. Í hesum førinum ber til at fáa ískoytisfígging frá Vækstfonden.
fígging til endurnýgging av fyritøkuni. Tað kann t.d. verða endurnýgging av einari framleiðslulinju, endurnýgging av maskinum ella nýggj goymsluhølir.
fígging til víðkan av virkseminum ella menning av søluni í fyritøkuni, fyri at møta vaksandi eftirspurningi.
fígging til at fara inn á heilt nýggjar marknaðir innlendis ella í útlandinum, herundir tillaging av framleiðsluni, størri goymslir ella kreditt til keyparar.
fígging til at økja um framleidni í fyritøkuni og at gera fyritøkuna meiri umhvørvisvinarliga.
nýliga stovnaðar fyritøkur, sum kunnu hava avbjóðingar við at fáa bankafígging, kunnu fáa byrjunarfígging við tí endamálið at fáa gongd á søluna.

Vækstfonden bjóðar fýra ymiskar fíggingarhættir:
Vakstrartrygd fyri lán ella rakstrarkreditt
Vakstrarlán Ábyrgdarlán Framtaksfígging 

Til ber at lesa meira um hetta á heimasíðuni hjá Vækstfonden.