Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyritøka heiðrað fyri gott asfaltarbeiði

Dan Klein --- 06.02.2018 - 07:00

ASFALTERING: Fríggjadagin skipaði Landsverk fyri eini ráðstevnu undir heitinum “Dygd og menning innan asfaltvinnuna”, har fleiri áhugaverdar framløgur vórðu hildnar. Eisini var eitt heiðursprógv handað fyri dygdargott asfaltarbeiði í 2017. Heiðurin vann HJ Asfalt fyri asfalteringina av Nýggjavegi í Klaksvík.

Tað gjørdist klaksvíksfyritøkan, HJ Asfalt, sum fekk handað heiðursprógv fyri Ársins Asfaltarbeiði 2017. Hetta fór fram undir eini ráðstevnu  – Asfaltdagurin 2018 – við undirheitinum “Dygd og menning innan asfaltvinnuna”, sum Landsverk skipaði fyri á Hotel Føroyum fyri fólki í føroysku asfaltvinnuni, ráðgevum, kommunum og øðrum, ið hava við asfaltarbeiðir at gera.

Tað komu inn átta uppskot til heiðurslønina, og dómsnevndin valdi at geva einum asfaltliði hjá HJ Asfalti heiðursprógv fyri asfalteringina av Nýggjavegi í Klaksvík.

Um heiðursprógvið, ið Landsverk sum vegamyndugleiki letur, verður sagt, at “Ársins asfaltarbeiði verður latið einum asfaltliði, ið hevur gjørt eitt dygdararbeiði, og sum hevur framt eitt trygt og ruddiligt avrik í góðum samstarvi við byggiharran.”

Í høvuðsniðurstøðuni hjá dómsnevndini stendur, at arbeiðið er væl gjørt, vegurin er slættur, skoytini eru góð og tøtt, og asfaltið sær út til at verða væl og javnt komprimerað. Í dómsnevndini sótu Albert Pætursson, verkfrøðingur á Landsverki, Jónleif Joensen, fyrrverandi leiðari á Royndarstovuni hjá Landsverki í Hundsarabotni, og Bjarne Bo Lund-Jensen, framleiðsluleiðari hjá NCC Industry í Danmark.

Luttakararnir, ið vóru umleið 110 í tali, lótu sum heild sera væl at innihaldinum á degnum, har átta framløgur vóru hildnar undir hesum heitum: Asfaltarbeiðir, krøv til tilfar, framleiðslu, útlegging og eftirlit – Vegasfaltútbúgvingin – Spælireglur í sambandi við kapping – Prosjektering og eftirlit – Nýtt á Framleiðsludeildini hjá Landsverki – Hvat Royndarstovan kann gera fyri teg – Tá gamlir vegir arga – Feilir á asfalti og bøtingar av hesum.

Hetta var fyrstu ferð, at skipað varð fyri eini slíkum asfaltdegi, og Landsverk hevur ætlanir um, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak.

Her eru nógvar myndir frá degnum, sum Harriet Olafsdóttir hevur tikið.