Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyritíðarpensjónir: Karenstíð og forða fyri dupultveitingum

Í dag viðger Løgtingið uppskot um at skerpa reglurnar í sambandi við játtan av fyritíðarpensjón.

Tvinni viðurskifti verða broytt, men tað hevur týdning at undirstrika, at eingin av verandi fyritíðarpensjónistum verður raktur av broytingini. Broytingin hevur bert ávirkan á umsóknir, sum koma eftir 1. januar 2013.

- Tvørturímóti hækka fyritíðarpensjónirnar um ársskifti við 1,7 prosentum um ársskifti. Fyri hægstu fyritíðarpensjónistar er talan um 2.000 kr. fleiri um árið eftir skatt, sigur Annika Olsen landsstýriskvinna, og leggur aftrat:

- Avbjóðingin hjá okkum í Almannamálaráðnum var at spara fleiri enn 50 mió. krónur í 2013 og tað er ein av orsøkunum til, at vit gera inntriv í viðurskiftini hjá framtíðar fyritíðarpensjónistum. Vit hava eftirhugt allar skipanir á almannaøkinum og eisini samanborið okkara skipan við líknandi skipanir í Norðurlondum fyri at finna hesar pengar, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Avmarka dupultveitingar

Endamálið við uppskotinum, sum verður viðgjørt í Løgtinginum í dag, er, at tað ikki longur skal bera til at fáa fyritíðarpensjón fyri sama tíðarskeið, sum tú hevur fingið aðra almanna veiting (dagpening ella forsorg).

Skipanin er soleiðis í dag, at fyritíðarpensjónin verður játtað frá tí degi, tú letur umsóknina inn. Tú kanst sostatt hava fingið dagpening ella forsorgarveiting, meðan fyritíðarpensjónsmálið er viðgjørt; men hóast hetta, fært tú fyritíðarpensjón eftirgoldnað fyri tíðina, síðani umsóknin varð latin Almannaverkinum.

Eisini er munur á, hvussu hendan almannaveiting ávirkar pensjónsupphæddina, sum verður útgoldin. Dagpeningur verður í dag mótroknaður sum vanlig inntøka, tvs. at hann ávirkar komandi pensjónsupphæddina. Forsorgarveiting verður hinvegin mótroknað krónu fyri krónu í eftirbetalingini, men ávirkar ikki pensjónsupphæddina frameftir.

Í verandi skipan verða umsøkjarar sostatt ikki viðgjørdir á sama hátt, tá fyritíðarpensjón verður eftirgoldin.

Tað skal tí ikki verða møgulig at fáa dupulta kompensatión – altso tvær almannaveitingar við sama endamáli fyri sama tíðarskeið. Eisini í hinum Norðurlondunum er lóggávan soleiðis í sambandi við játtan av fyritíðarpensjón.

Frameftir vil tað tí vera soleiðis, at tú ikki fær fyritíðarpensjón fyri tíðarskeiðið, tú hevur fingið t.d. sjúkradagpengar.

Karenstíðin ongantíð longur enn 3 mánaðir

Samstundis verður eina karensskipan sett í verk. Skipanin verður tann, at fyritíðarpensjón sum høvuðsregla verður veitt frá 1. í mánaðinum eftir, at Almannaverkið hevur játtað umsóknini. Tó verður karenstíðin ikki longur enn tríggjar mánaðir. Hetta merkir, at um viðgerðin av umsóknini tekur fimm mánaðir, so verður pensjón eftirrindað frá byrjanini av fjórða mánaðinum eftir, at umsóknin er latin Almannaverkinum.

Dømi:

Umsókn er latin Almannaverkinum 30. januar 2013. Almannaverkið játtar fyritíðarpensjón 3. juli 2013. Pensjónin verður sostatt útgoldin frá 1. august 2013, men við einum eftirgjaldi frá 1. mai at rokna.

 Almannamálaráðið