Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrispurningur um maktmisnýtsluna hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum

Sambandsflokkurin setur fyrispurning um maktmisnýtsluna hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum

Fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum:

1.    Hví hevur landsstýriskvinnan afturhildið týðandi upplýsingar fyri fíggjarnevnd Løgtingsins, og 
       harvið Løgtinginum, tvs.  hvørki kunna um ella sent eitt bræv frá Erhvervs- og 
       vækstministaranum við týðandi upplýsingunum víðari til fíggjarnevndina uttan drál? 
2.    Nær hevur landsstýriskvinnan móttikið nevnda bræv, ið er dagfest 23. september 2016?
3.    Hevur Landsstýriskvinan heitt á samgongulimirnar í fíggjarnevndini um at fáa álitið í málinum um
       landsbankan og eitt váðaráð lagt fram, uttan at hava kunnað fíggjarnevndina um brævið við
       týðandi upplýsinunum?

Tá málið um endurstovnan av landsbankanum og einum váðaráði var til viðgerðar í fíggjarnevndini, bað minnilutin um eina útgreining av evt. viðmerkingum frá danska myndugleikanum á fíggjarøkinum.  

Hóast fíggjarnevndin ikki hevði móttikið nakrar upplýsingar, komu boð frá samgongulimunum í fíggjarnevndini um, at álitið bleiv lagt fram við ella uttan minnilutan.

Nú er komið undan kavi, at myndugleikin á fíggjarøkinum hevur sent  landsstyrinum eitt skriv tann 23. september 2016, har hann skrivar, at samsvar ikki er í ábyrgdarbýtinum millum Føroyar og Danmark á fíggjarøkinum, ið hevur avgerandi týdning fyri fíggjargeiran, uppsparingina hjá hvørjum einstøkum føroyingi og alt føroyska samfelagið. Hetta er ikki sent fíggjarnevndini fyrrenn 14. oktober, eftir at undirritaði spurdi um nakað skriv var komið. Tað merkir, at týðandi upplýsingar eru fjaldir fyri Løgtinginum.

Álitið í málinum er lagt fram 29. september 2016, tvs. útvið eina viku eftir, at landsstýrið hevur móttikið brævið, ið landsstýriskvinnan av ókendari orsøk ikki hevur viljað latið fíggjarnevndini ella kunnað fíggjarnevndina um, hóast málið framvegis var til viðgerðar í nevndini.

Tí verða omanfyristandandi spurningar settir.

Bárður S. Nielsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin