Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FYRISPURNINGUR UM INNKOMUVEGIN Í RUNAVÍK

Terji B. Vestergaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri setur fyrispurningur um Fjørðuvegin í Runavík og trupulleikar við ferðslu tá Skálafjarðartunnlin letur upp fyri almennari ferðslu, settur landsstýrismanninum í samferðslumálum. Jørgin Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja málið: løgtingsmál nr. 142/2018: Uppskot til 
    løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík fram á Ting av nýggjum?
2. Um ikki, hvussu ætlar landstýrismaðurin at loysa avbjóðingina við innkomuvegnum í Runavík.
3. Hvussu nógvan pening ætlar landstýrismaðurin at seta av til verkætlanina á 
    fíggjarlógini 2020 og tey næstu árini?
4. Hvat metir landstýrismaðurin at samlaði kostnaðurin verður fyri landskassan av samlaðu 
    verkætlanini?
5. Ætlar landstýrismaðurin at líkastilla komunurnar báðumegin tunnilsmunnarnar viðv. 
    almenna partinum?
6. Nær kann hugsast at arbeiði byrjar?

Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum í undanfarnu samgongu, dagfestur og undirskrivar uppskotið, løgtingsmál nr. 142/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík, tann 28. februar 2019, og leggur máli fyri Tingi.

Uppskotið verður viðgjørd á tingfundi hósdagin 14. mars 2019. Uppskotið kom ikki aftur úr nevnd, og fall tí burtur. 

Um talan er um tilætla drál er ikki til at vita, men á heimasíðuni hjá Løgtinginum stendur: “Málið fall burtur sambært stýriskipanarlógini § 15, stk. 3, tí málið ikki var liðugt viðgjørt tá tingsetan endaði”. Málið er blivið viðgjørt, saman við avvarðandi pørtum, á fíggjarnevndarfundum hósdagin 21 mars, og týsdagin 9 apríl. 

Allir partar eru væl og virðiliga kunnaðir um at málið hevur serstakan skund.

Ferðslan í Runavík og har um leiðir er nógv vaksin seinastu árini. Í 2020 letur Eysturoyartunnlin upp fyri ferðslu, sum merkir, at Runavík verður ein av høvuðsfarleiðunum landsins.

Um ruðuleiki ikki skal valda í ferðsluni frá Skálafjarðartunlinum er neyðugt at arbeiði uppá vegagerðina byrjar alt fyri eitt.

Hetta er orsøkin til omanfyri standandi fyrispurningar.

Á Løgtingi, tann 14. november 2019

Terje B. Vestergaard,
løgtingsmaður