Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrispurningur um føroyingar í starvi uttanlands

Reimund Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett landsstýrismanninum í Fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, ein fyrispurning eftir Tingskipanini §52a - at svara skrivliga.

Reimund sigur, at nógv ymiskt er ført fram um føroyingar, sum arbeiða uttanlands. Talan er uttan iva bæði um rættar og skeivar upplýsingar, og eru hesir ofta við til at øsa fólk upp – bæði tey, sum arbeiða uttanlands, og tey, sum arbeiða í Føroyum.

Fyri at steðga gitingum, og fyri at fáa fleiri og betri upplýsingar til framtíðar viðgerð av málinum, setir hann landsstýrismanninum hesar fyrispurningar:

Um tølini fyri 2012 ikki eru tøk enn, so biður hann um at fáa seinast dagførdu tølini.

1. Hvussu nógvir føroyingar sigldu undir ávikavist FAS-, DIS-, NIS- og NOR-skipanini í 2012?

2. Hvussu nógvir føroyingar sigldu við norskum fiskiskipum í 2012?

3. Hvussu nógvir føroyingar arbeiddu á landi í Noregi í 2012?

4. Hvussu nógvir føroyingar arbeiddu í øðrum londum í 2012

5. Hvussu stór var samlaða inntøkan, sum varð vunnin í hvørjum einstøkum av hesum bólkunum?

6. Hvussu nógvan skatt rindaðu tey, sum vóru undir FAS-skipanini?

7. Hvussu stórur partur av skattinum frá teimum, sum vóru undir FAS-skipanini í 2012, varð afturgoldin til arbeiðsgevararnar?

8. Hvussu nógvan skatt rindaðu tey í Føroyum, sum vóru undir DIS-, NIS- og NOR-skipanini í 2012?

9. Hvussu nógvan skatt rindaðu tey í Føroyum, sum sigldu við norskum skipum í 2012?

10. Hvussu nógvan skatt rindaðu tey í Føroyum, sum arbeiddu á landi í Norra í 2012?

11. Hvussu nógvan skatt rindaðu tey í Føroyum, sum arbeiddu í øðrum londum enn Føroyum og Norra í 2012?

12. Hvussu nógv fleiri føroyingar arbeiða uttanlands í dag í mun til í 2012?

13. Hvussu nógvir útlendingar arbeiddu í Føroyum í 2012, samstundis sum teir høvdu bústað í øðrum londum?

14. Hvussu stór var samlaða inntøkan hjá útlendingum, sum arbeiddu í Føroyum í 2012?

15. Hvussu nógvan skatt rindaðu útlendingar í Føroyum í 2012 av inntøku, sum teir høvdu vunnið í Føroyum?

16. Hvussu nógvan skatt koma útlendingar ætlandi at rinda í Føroyum í 2014 av inntøku, sum teir høvdu vunnið í Føroyum?

17. Er nøkur meting gjørd av, hvussu nógva inntøku landið hevur av avgjøldum frá føroyingum sum arbeiða uttanlands?

18. Hava landskassin ella føroyskar kommunur nakrantíð fingið nakað vegna DIS-skipanina?

19. Fáa landskassin ella føroyskar kommunur nakað endurgjald í dag vegna DIS-skipanina?

Upplýsast kann, at svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at fyrispurningurin er latin inn, tvs. mikudagin 23. oktober 2013.

Sambandsflokkurin