Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrireikingartíðin hjá námsfrøðingum á dagstovnunum var ein sigur eftir drúgva verkfallið í fjør. Tað hevur tó gingið striltið at fáa framt fyrireikingartíðina í verki, ásannar Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagofelag, men hon vísir aftur, at fyrireikingartíðin aftur er til viðgerar í verandi sáttmálasamráðingum.

Fyrireikingartíðin var avgreidd í fjør

Tað hevur gingið striltið hjá nógvum kommunum at seta í verk fyrireikingartíðina, sum kom í sáttmálan eftir verkfallið tíðliga í fjør.

Í onkrum miðli hevur nýliga verið róð fram undir, at fyrireikingartíðin hjá námsfrøðingum í kommunalu dagstovnunum aftur er ein samráðingarspurningur, nú Pedagogfelagið situr í samráðingurm við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjar sáttmálar.

Men Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, vísir aftur, at fyrireikingartíðin, sum kom í sáttmálan eftir drúgva verkfallið í februar í fjør, aftur er til viðgerar.

“Fyrireikingartíðin var ein av sigrunum , sum verkfallið hevði við sær, og hon verður ikki nortin”, vissar forkvinnan um.

Pengar mugu fylgja við

Hon ásannar tó, at tað hevur gingið ógvuliga striltið hjá nógvum kommunum at fremja fyrireikingartíðina í verki.

“Kommunurnar hanga seg í, at tað onki stendur í sáttálanum um, at eyka pengar skuldu setast av til fyrireikingartíð á hvørjum einstøkum stovni. Tí verður av summum kommunum kravt, at hon verður implementerað innan fíggjarkarmarnar, sum stovnarnir høvdu áðrenn sáttmálaásetingina um fyrireikingartíð. Tað kann kanska lata seg gera á summum stovnum, men verri enn so á øllum. Hetta mugu kommunurnar ásanna og virka har eftir, tí annars halda tær ikki sáttmálan – við øðrum orðum, er tað neyðugt at avseta meira pening fyri at kunna halda ásetingina um fyrireikingartíð, so má tað gerast”, staðfestir Maud Wang Hansen.

Í sáttmálanum stendur, at tíð skal setast av til fyrireiking og eftirmeting. Men tað er ikki neyvt ásett, hvussu nógv tíð skal brúkast, og nær hon skal brúkast.

Tíð til annað arbeiðiFyrireikingartíðin er ásett í § 10 í pedagog-sáttmálanum.

Greinin hevur yvirskriftina “Tíð til annað arbeiði” og ljóðar soleiðis:

“Hjá pedagogum og hjálparfólki á dagstovnum skal tíð setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið.

Stk. 2. Hjá pedagogum á dagstovnum kann ein tími í miðal um vikuna brúkast til at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Leiðarin á stovninum hevur ábyrgd av tilrættaleggingini av hesum arbeiðnum. Viðvíkjandi foreldrafundum og starvsfólkafundum verður skipanin sum higartil.”

Í gamla sáttmálanum – sum var undan verkfallinum í februar í 2012 – ljóðaði § 10 soleiðis:

“Hjá pedagogum á dagstovnum kann ein tími í miðal um vikuna brúkast til at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Leiðarin á stovninum hevur ábyrgd av tilrættisleggingini av hesum arbeiðinum. Viðvíkjandi foreldrafundum og starvsfólkafundum verður skipanin sum higartil.”

Stóri munurin í orðingunum er, at meðan fyrireikingartíð eftir gomlu ásetingini kundi avsetast, so skal hon avsetast eftir nýggju ásetingini.

Felagið vildi sýna smidleika

Maud Wang Hansen sigur um hetta, at tað var fyri at sýna smidleika og fyri betri at geva kommunum sjálvum møguleika at stýra kostnaðinum av fyrireikingartíðini, at Pedagogfelagið ikki vildi hava neyva áseting av tíð til fyrireiking fyri hvørt einstakt starvsfólk á stovnunum.

“Stovnarnir er ymiskir, bæði í stødd og bygnað, summir høvdu longu fyrireikingartíð ella nóg mikið av tíð inni frammanundan at taka av til fyrireikingartíð, og aðrir høvdu ikki. Tí hildu vit, at tað kundi órógva arbeiðslagið á onkrum stovni og kanska koma at kosta óneyðugar pengar á øðrum, um vit kravdu fýrakantaðar, generellar reglur um, júst hvussu fyrireikingartíðin skuldi setast av. Tað skuldi heldur verða upp til hvønn einstakan stovn at skipa hana. Henda leist halda vit enn vera tann rætta, men tað er greitt, at fer tað framhaldandi at vera ein trupulleiki at fáa fyrireikingartíðina setta í verk, tí leiðararnir ikki fáa hana inn uttan størri játtanir, so mugu kommunurnar traðka til við meira peningi, tí tey hava jú skrivað undir sáttmálan. Men hetta ikki er eitt evni, sum er á borðinum í verandi sáttmálasamráðingum”, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum.

Trýstið er á stovnsleiðarunum

Maud Wang Hansen ásannar, at ein trupulleiki við ikki at hava ein ella annan lykil at áseta fyrireikingartíðina eftir, er, at stovnsleiðararnir einsamallir hava ábyrgdina av at laga hana eftir arbeiðnum annars.

“Tað kann sjálvsagt vera rættiliga møtimikið hjá einum stovnsleiðara at fremja fyrireikingartíðina í verki, um kommunan ikki hevur so stóran hug at spæla við. Tey flestu hveppa seg við at seta krøv ella seta seg upp ímóti sínum arbeiðsgevara, og at gera tað einsamallur krevur dirvi”, sigur hon.

Forkvinnan í Pedagogfelagnum leggur tó dent á, at felagið altíð vil vera har og stuðla stovnsleiðarunum, tá teir royna at fremja fyrireikingartíðina í verki.

“Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at gjalda fyri tað, sum sáttmálin ásetur, ella at gera tær tillagingar, sum skulu til fyri at halda sáttmálan”, slær hon fast.

Kelda: Føroya Pedagogfelag, www.pedagogfelag.fo