
Fyrireikingarnar til Offshore Europe byrjaðar
Annað hvørt ár luttaka føroyskar fyritøkur á Offshore Northern Seas í Stavanger og annað hvørt ár á Offshore Europe í Aberdeen.
Vinnuhúsið:
Í ár vóru føroyskar fyritøkur umboðaðar á føroyskum bási í Stavanger, so í 2013 verður farið til Aberdeen.
Offshore Europe er framsýning fyri undirveitarar til oljuídnaðin. Endamálið við framsýningini er at lata partar í vinnuni hittast, endurnýggja avtalur og sáttmálar og at skapa nýggj sambond.
Føroyar hava landabás á framsýningini í Aberdeen. Føroyski landabásurin og luttøkan á Offshore Europe verða fyriskipað av Uttanríkistænastuni í samstarvi við Oljuvinnufelagið.
Í 2011 luttóku einans fýra føroyskar fyritøkur. Hetta talið var tó serliga lágt, og fleiri fyritøkur hava longu víst á, at tær verða við í Aberdeen í 2013. Talið á luttakandi fyritøkum verður tí væntandi væl hægri enn í 2011.
Fyritøkur, sum ætla at verða við á føroyska básinum á Offshore Europe, og sum ikki hava verið við fyrr, kunnu boða frá hesum hjá Biritu Nolsø, fulltrúa á Uttanríkistænastuni, á teldubústaðnum biritan@tinganes.fo