
Fyrireika ætlan til aðalorðaskifti í Løgtinginum
Sirið Stenberg landsstýriskvinna svarar uppá fyrispurning nr. 22/2016 eftir § 52a í tingskipanini um støðuna á heilsuøkinum og viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørjar ætlanir hon hevur at tryggja støðug viðurskifti í heilsuverkinum?
2. Nær fara vit at síggja munagóð stig at bøta um arbeiðsviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum?
3. Nær fara vit at síggja átøk til at venda huglagnum og neiliga retorikkinum kring hetta fyri vælferðarsamfelagið so týdningarmikla málsøki?
Svar:
Landsstýriskvinnan metir, at spurningarnir eru samanhangandi og verða tí svaraðir undir einum.
Sum kunnugt hava avbjóðingar verið í fíggjarlógartilgongdini m.a. tí at eykajáttanin, sum varð tillutað á heysti í ár til Landssjúkrahúsið, ikki varð framskrivað til 2017. Harumframt boðaði Landssjúkrahúsið eftirfylgjandi frá, at meirkostnaður eisini fór at verða innan onnur øki. Tí metti Landssjúkrahúsið at virksemið skuldi skerjast við umleið 16 mió. kr. í 2017, sum millum annað merkti, at neyðugt varð at skerja starvsfólkatalið á sjúkrahúsinum.
Landsstýriskvinnan hevur síðani saman við landsstýrinum arbeitt við at finna loysnir, soleiðis at sleppast kundi undan eini tílíkari skerjing av virkseminum í 2017, og hetta er tíbetur eydnast. Pengarnir eru funnir við eini samansettari loysn. Nýggir pengar eru settir til, og nakrar umraðfestingar og flytingar eru gjørdar. Tað er eitt samt landsstýrið, sum vil hækka játtanina til Landssjúkrahúsið næsta ár, og nú liggur endaliga avgerðin so í hondunum á Løgtinginum.
Harumframt er ein játtan á fimm mió. krónur eyka, sett av í fíggjarlógaruppskotinum, til at seta fleiri serlæknar í starv. Samstundis verður miðað eftir, at játtanin hækkar við fimm mió. afturat árini 2018, 2019 og 2020 soleiðis, at tað í 2020 verða settar 20 mió. krónur av til fleiri serlæknar og onnur heilsustarvsfólk. Hetta er samstundis í samsvar við tilmælið í menningarætlanini, har tað verður víst á, at tann átrokandi tørvurin á fleiri serlæknum er tann størsta avbjóðingin her og nú í okkara sjúkrahúsverki. Samstundis verður víst á, at ein serlækni í sjálvum sær er ikki nóg mikið at røkja eina sergrein. Onnur heilsustarvsfólk skulu eisini setast í starv.
Viðvíkjandi menningarætlanini kann nevnast, at hon – síðani hon varð handað í summar – er viðgjørd saman við einum politiskum fylgibólki, har allir flokkar eru umboðaðir. Seinasti fundur í bólkinum varð hildin 6. desember 2016. Landsstýriskvinnan metir ikki, at grundarlag er fyri fleiri fundum í politiska fylgibólkinum, og tí er farið undir at fyrireika at leggja ætlanina til aðalorðaskifti í Løgtinginum, sum væntandi verður hildið í januar 2017. Soleiðis fær politiska skipanin møguleika at viðgera fleiri tilmælir í ætlanini, sum skulu verða við til at skapa eitt samanhangandi heilsuverk og framtíðartryggja okkara sjúkrahúsverk.
Ein nærri greining av, hvussu landsstýriskvinnan kemur at raðfesta og seta tilmælini í ætlanini í verk, verður løgd fram í Løgtinginum, samstundis sum menningarætlanin verður løgd fram til aðalorðaskifti. Samstundis ætlar landsstýriskvinnan, at arbeiðið við at seta menningarætlanina í verk fær høga raðfesting í 2017.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 9. desember 2016
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna