Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

FYRIMUNARLIG KOMMUNAL AVTALA VIÐ KODA/GRAMEX

Tórshavnar kommuna hevur gjørt avtalu við Koda og Gramex. Hetta er størsta einstaka avtala, hesi feløg nakrantíð hava gjørt við eina kommunu. Kommunan letur 200 túsund krónur um árið fyri nýtslu av tónleiki í øllum stovnum kommununar - og 75% av hesum peningi kemur beinleiðis aftur til føroyskar sangskrivarar og tónasmiðir.

 Koda hevur um 40.000 limir. Høvuðsuppgávan er at útvega teimum, sum hava skapt tónleikin, samsýning, tá tónleikurin verður spældur. Hetta hevur alstóran týdning í dag, nú beinleiðis søla av fløgum er minkað burtur í onki. Kundarnir hjá Koda gjalda fyri at nýta tónleikin og Koda sendir peningin aftur til tónasmiðir, sangskrivarar og tónleikaforløg.

 Gramex hevur 83.000 limir. Felagið tryggjar samsýning til sangarar, tónleikarar og plátufeløg, tá tónleikur teirra verður spældur alment. Gramex ger avtalur við tey, sum nýta innspældan tónleik í almenna rúminum, og peningurin verður javnt býttur millum listafólk og plátufeløg.

 Avtlan við Tórshavnar kommunu umfatar nýtslu av tónleiki í øllum kommunalum stovnum, líka frá flokshølum, matstovum, ítróttar- og fimleikarhøllum til ellis- og røktarheim. Sambært Koda og Gramex er hetta størsta og mest umfatandi tílíka avtala, feløgini nakrantíð hava gjørt við eina kommunu.

 - Vit eru alfegin um avtaluna við Tórshavnar kommunu. Við at gera hesa avtalu hevur Tórshavnar kommuna átikið sær eina ábyrgd, sum hevur stórt rós uppiborið. Hetta við at tryggja, at øll á øllum kommunalum stovnum nú kunnu spæla tann tónleik, tey vilja - til gleði og gagn fyri teir sang- og lagskrivarar, hvørs livibreyð er treytað av inntøku fyri teirra arbeiði, sigur Anders Lassen, stjóri í Koda í viðmerking.

 Avtalan inniber sostatt, at 150 túsund av hesum 200 túsund árliga koma beinleiðis aftur til føroyskar sang- og lagskrivarar.

Á myndini síggjast Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, Pernille Rostgaard Olsen, juridiskur assistentur hjá Koda/Gramex, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Sigurð Ólason Vang, mentamálaleiðari, eftir at sáttmálin var undirskrivaður.