Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrilestur um seinfylgjur eftir krabbameinssjúku og krabbameinsviðgerð

Dan Klein --- 11.09.2018 - 07:16

Fyrilestur um seinfylgjur, eftir krabbameinssjúku og viðgerð, verður mánakvøldið 24. september kl. 19.00 í Smæruni.

 

Viðgerð fyri krabbamein er batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri gerast frísk, men kortini eru tað fleiri, sum fáa seinfylgjur av sjúkuni og viðgerðini. Fylgjur, ið eisini kunnu vísa seg nógv ár seinni, og sum kunnu vera til stóran ampa.

 

Fyrilestrahaldari er Marianne Nord Hansen, ið er forkvinna fyri seinfylgjufelagið í Danmark. Hon hevur sjálv havt krabbamein og hevur í nógv ár veitt ráðgeving og vegleiðing til fólk við seinfylgjum.  Hon skipar javnan fyri undirvísing og hevur fyrilestrar um evnið, eins og hon er við í arbeiðinum at menna granskingararbeiði innan seinfylgjur í Danmark.

 

Fyrilesturin hjá Marianne Nord fer m.a. at taka støði í teimum mest vanligu seinfylgjunum, um viðgerð fyri hesi og um hvat ein sjálvur kann gera fyri at lætta um og hvat ein skal vera uppmerksamur uppá í mun til seinfylgjurnar.

 

Fyrilesturin verður mánakvøldið 24. september kl. 19.00 í Smæruni í húsinum hjá Starvsmannafelagnum, J.H: Schrøtersgøta 9, Tórshavn

 

Av tí at tað er avmarka pláss er gott um tit boða frá um tit ynskja at luttaka á teldupost kmf@krabbamein.fo ella við at ringja á telefon 317959.

 

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin