Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, setir fundin.

Fyrilestur um fólkaflyting, Fróðskaparsetrið og fólkavøkstur

Kunning um fyrilestrar, sum vera á Østrøm týsdagin 26. februar kl. 20: Hvussu kunnu Føroyar brúka hægri lestur sum eitt amboð til samfelagsvøkstur? Royndir úr Tromsø og Akureyri.

Kom á Østrøm týsdagin 26. februar kl. 20.00 og hoyr um, hvønn leiklut og hvørja ávirkan universitet kunnu hava í smáum útjaðarasamfeløgum. Tveir serfrøðingar fara at greiða frá, hvussu universitet kunnu gerast eitt vakstraramboð í einum útjaðarasamfelagi.

Arbeiðsbólkurin, sum ger eina heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur, skipar fyri fyrilestrunum í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya. Peter Arbo frá Universitetinum í Tromsø og Ingi Rúnar Eðvarðsson úr Háskóla Íslands eru bodnir til Føroya at umrøða hetta evnið.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø setir fundin, og Peter Arbo og Ingi Rúnar Eðvarðsson halda hvør sín fyrilestur og høvi verður at seta spurningar. Fyrilesturin hjá Peter Arbo verður á norskum og fyrilesturin hjá Inga Rúnar Eðvarðsson verður á enskum.

Eftir fyrilestrarnar verður høvi til eitt prát afturvið einum kaffimunni. Nærri upplýsingar um tiltakið kunnu fáast við at venda sær til Eriku Anne Hayfield, Vinnumálaráðið, tel 55 60 75.

Um Peter Arbo

Peter Arbo er lektari við fiskivinnuháskúlan á Tromsø Universitet. Peter Arbo hevur serliga granskað í økismenning, broytingum í vinnubygnaði og í, hvussu tað almenna kann ávirka samfelagsmenningina, millum annað við at styrkja gransking og hægri lestur. Peter Arbo var við til at gera OECD-verkætlanina “Supporting the regional role of higher education institutions”, ið snýr seg um, hvussu hægri lærustovnar kunnu ávirka útjaðaraøki.

Hann er eisini limur í stýrinum fyri universitetið í Tromsø, og hann var limur í nevndini, sum gjørdi norsku stjórnini álitið ”Sett under ett – ny struktur i høyere utdanning” , ið snýr seg um nýggjan bygnað í hægru útbúgvingunum í Noregi.

Um Ingi Rúnar Eðvarðsson

Ingi Rúnar Eðvarðsson er professari í samfelagsvísindum á Háskóla Íslands. Hann gjørdist doktari í samfelagsfrøði við universitetið í Lund í Svøríki, og starvaðist við Universitetið í Akureyri frá 1987, tá tað varð stovnað, til hann í 2011 tók við professaraembætinum við Háskóla Íslands. Hann hevur sostatt hollar royndir í at fáa hægri útbúgvingar at virka í útjaðaraøkjum.

Hann hevur almannakunngjørt vísindagreinir í, millum annað, vísindatíðarritum sum “Journal of Knowledge Management”, “Knowledge Management Research & Practice”, “International Journal of Entrepreneurship and Small Business” og “Scandinavian Journal of Education Research”.