Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

Í ár eru 25 ár síðani, vit á Føroya Brunatrygging fóru undir miðvísa upplýsing um, hvussu vit kunnu fyribyrgja skaða av eldi.

Sjálvur sá eg nógvar ymsar støður, sum eg meinti vit áttu at upplýsa fólk um.

Serliga var tað hetta við feittgrýtuni, har tað ofta varð sløkt við vatni, sum ikki var so løgið, men at fáa fólk frá hesum og ístaðin køva ella nýta eldsløkkjara.

Tað vísti seg eisini, at mong ikki høvdu roykvarnarar og aðra útgerð í húsunum, so her fór ein miðvís herferð ígongd, sum vísti seg at gera mun.

Eisini valdu vit 01. desember til dagin, tá vit eiga at kanna okkara roykvarnarar, sum eg eisini meini er tikið væl undir við.

Eg minnist eisini, at tað varð tosað um orðið roykalarmar, men funnu heldur orðið roykvarnarar, sum eg haldi situr væl.

Vit gjørdu nógv við hetta í lýsingum og í útvarpinum, tí eg plagdi á hvørjum árið at vera í morgunsendingini, har Tórður Mikkelsen eisini var góður stuðul.

Í 1996 fóru vit saman við Ferðslutrygd og øðrum undir stórt átak, har vit ferðaðust kring landið og góvu frálæru um fyribyrging fyri umleið 7000 skúlanæmingum.  

Boðskapurin er framvegis viðkomandi, so lat okkum hjálpast við at fyribyrgja skaða og avleiðingunum!

Vinarliga

Fríðálvur Andrewson Jensen

------------------

Fyribyrging ímóti skaða av eldi


Lat okkum hava tað mál, at ongin álvarslig vanlukka av eldi skal verða, nú tað stundar til jóla og nýggjárið er í nánd.

Ongin ivi er um, at vit kunnu ØLL hjálpast at, við at stuðla undir at skaði ikki stendst av eldi – nú høgtíðin stundar til.

Vit kunnu nevna nøkur dømi, sum vit skulu hava í huga: (Prentið hesa vegleiðing út og lesið hana saman í húskinum – bæði vaksin og børn!!!)

• Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum 
   – 1. desember á hvørjum ári.
• Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi.
• Havið eitt brandteppi á høgligum stað.
• Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.
• Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja.
• Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum.
• Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.
• Nýtið altíð eldfastar stakar.
• Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði.

GEVIÐ GÆTUR!!
• Ansað VÆL eftir, at vatn ikki stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión,
   og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.
• Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.
• Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.
• Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari.

FÝRVERK!!
• Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a.
• Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.
• Nýt trygdarbrillur!