Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyribyrging er lykilin

Samtak: Øll arbeiðspláss skulu metast Feløgini í Samtak fegnast um, at lógin um arbeiðsumhvørvi skal dagførast og leggja serliga áherðslu á, hvussu týdningarmikið tað er, at arbeiðspláss skulu metast í mun til arbeiðsumhvørvi.

Í uppskotinum, sum sent var til hoyringar herfyri, legði Vinnumálaráðið dent á, at smærri virkir skulu undantakast metingini, men hetta halda feløgini í Samtak ikki vera rætt. Uppskotið sigur heldur ikki, hvat meinast við "smærri virkir". Tað er sera týdningarmikið, at vit fáa øll virkir og arbeiðspláss mett. Skipanin við arbeiðsplássmeting hevur verið í gildi í fleiri ár í grannalondunum, og har eru ikki undantøk fyri smærri virkir.

Tað skuldi heldur ikki verið so øgiliga arbeiðskrevjandi at gjørt eina meting av einum lítlum arbeiðsplássi. Samtak væntar at hesar og aðrar konstruktivar viðmerkingar frá feløgunum vera tiknar til eftirtektar. Spurningurin um arbeiðsumhvørvi er sera týdningarmikil. Tíverri er øki nógv skert seinastu árini, og kunngerðir hava ikki verið lýstar, so Føroyar eru dagførdar í mun til arbeiðsumhvørvi, men við nýggju lógini, verður eitt stig tikið rætta vegin.

Feløgini í Samtak halda framvegis, at tað var skeift at leggja arbeiðseftirlitið saman við Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og leggja dent á, at alt ov fá fólk eru at røkja tær mongu skildur, sum liggja í lógini og kunngerðunum.

Nú nýggj lóg helst verður samtykt er sera týdningarmikið, at játtan fylgir við, so Arbeiðseftirlitið hevur møguleika at halda fylgja øllum skildum í lógini, sum er eru nógvar uppgávur, sum ikki vera røktar nøktandi, tí tað eru ov fá starvsfólk.

Fyribyrging er lyklaorðið, og vónandi vera visjónir um arbeiðsumhvørvi – sum mál átti landsstýrið saman við Arbeiðseftirlitinum, Arbeiðsumhvørvisráðnum og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at sett tað greiða mál, at ongin skal doyggja ella gerast álvarsliga skaddur vegna vánaligt arbeiðsumhvørvi.

Eitt gott eftirlit, nógv og áhaldandi upplýsing og gott samstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og einstøku arbeiðsplássini eru neyðug skal hetta eydnast. Visjónir mugu til, og peningur má sjálvsagt fylgja við.