Fyribils úrsliti av landsinnsavningini er 655.000 kr.
Higartil eru innkomnar 655.000 kr. til landsinnsavningina hjá Reyða Krossi Føroya
Fyribils uppteljingin vísir, at Reyði Krossur Føroya savnaði inn 655.000 kr. til stóru árligu landsinnsavningina, ið var leygardagin 1. oktober.
Hetta er ikki heilt tað endaliga úrsliti. Allar bússur eru ikki taldar við, tí nøkur, ið ikki kundu ganga leygardagin, og tó vildu hjálpa, enn savna inn við bússum. Endaliga úrsliti verður væntandi greitt í byrjanini av næstu viku.
Í 2010 var endaliga úrsliti av landsinnsavningini hjá Reyða Krossi Føroya 681.000 kr.
Fyribils úrsliti bendir á, at landsinnsavningin 2011 endar á somu upphædd sum seinasta ár ella kanska eitt sindur hægri.
Á Reyða Krossi eru vit sera væl nógd við úrslitið í ár, serstakliga tá hugsað verður um, at vit júst hava savnað inn meira enn 500.000 kr. til Eysturafrika. Vit eru ógvuliga takksom fyri tað stóra áliti, ið føroyingar hava sýnt okkum.
Vit vilja fegin takka øllum, ið hava stuðlað okkum - bæði øllum teimum, ið hava gingið við bússum og teimum, ið hava stuðlað við at geva pening til innsavningina, sigur felagsskapurin.