Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fýra umhvørvisfelagsskapir gera felags álop á Føroyar

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Í einari nýggjari og ómetaliga manipulerandi frágreiðing, ið var umrødd á kjakfundi í Europaparlamentinum gjárskvøldið, verða Føroyar, Grønland og Danmark úthongd sum illavorðin lond, ið skulu trýstast, so grindadráp og stórhvalaveiða heldur uppat.

- Hetta er ein nýggj, ódámlig herferð, og Føroyar eru uppi ímóti sterkum kreftum.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, í sambandi við, at ikki færri enn fýra altjóða umhvørvisfelagsskapir nú - áðrenn fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC - hava almannakunngjørt frágreiðingina "Breaking Ranks".

Umhvørvisfelagsskapirnir eru Pro Wildlife, Environmental Investigation Agency (EIA), Whale and Dolphin Conservation Society (WDCS), og Humane Society International (HSI).

Frágreiðingin lýsir Føroyar sum eitt illavorðið lítið land, ið skapar konfliktir í Altjóða Hvalaveiðunevndini. Rithøvundarnir halda, at Føroyar saman við Grønlandi seta kílar millum Danmark og hini ES-londini.

Frágreiðingin er eisini ein roynd at undirgrava leiklutin og trúvirðið hjá Danmark sum ES-land og ES-formansland. Ferð eftir ferð fær Danmark av at vita, tí landið tekur áhugamál hjá Føroyum og Grønlandi fram um ES-áhugamál.

- Hetta er eitt skúladømi um manipulatión á altjóða støði, tí bæði í formi og innihaldi letst frágreiðingin at vera seriøs og fyri ein part vísindalig, sigur Edmund Joensen.

Teir fýra altjóða umhvørvisfelagsskapirnir eru ónøgdir við, at Danmark ikki syrgir fyri, at Føroyar verða fevndar av teirri sonevndu CITES-konventiónini. Hon bannar øllum handli við kjøti frá hóttum djórasløgum, herundir tvøst og spik av stórhvali. Felagsskapirnir pástanda, at 23 tons av stórhvalatvøsti og spiki eru flutt til Føroya úr Noreg og Íslandi í 2003-2011.

- Tað er burturvið, at útlendskir felagsskapir siga, hvørjar konventiónir Føroyar skulu fevnast av. Hetta svarar til, at Grindamannafelagið sigur, hvørjar reglur skulu galda fyri viðferð av krýatúrum í Bretlandi. Hetta er enn eitt prógv um ódámliga arbeiðsháttin hjá altjóða umhvørvisfelagsskapum ímóti okkum, ið gagnnýta tilfeingi í havinum, sigur Edmund Joensen.

- Landsstýrið eigur at koma við einum mótspæli til ódámligu herferðina - ongantíð ov skjótt, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

"Breaking Ranks var høvuðsevnið á einum kjakfundi í Europaparlamentinum í Brússel gjárskvøldið. Annar av tveimum fyriskiparunum var Margrethe Auken, ES-parlamentslimur fyri Socialistisk Folkeparti (SF), ið m.a. er kend fyri at vera aktiv innn umhvørvisrørsluna.

Tann 12. juni verður afturlatið samráð við Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, í umhvørvisnevnd Fólkatingsins. Tá skal samráðingarlinjan hjá donsku stjórnini til ársfundin í IWC í juli umrøðast, og samráðingarmandat skal latast stjórnini.