Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fýra fólk vórðu handtikin í samband við átak hjá politinum

Í dag kl. 1323 fekk politiið eina fráboðan frá sýslumanninum í Vága Sýslu, um at ein størri grind varð sædd beint sunnan fyri Mykineshólm. Sýslumaðurin hevði tikið avgerð, um at grindin skuldi haldast til í Bø, har hon varð hildin til kl 1706.  

Tíðindarskriv í samband við grindina í Bø

Politiið var á staðnum fyri at tryggja lóg og landaskil, bæði á sjógvi og landi.

Fýra fólk vórðu handtikin í samband við átakið hjá politinum.  

Tvey fólk, ein 44 ára gomul kvinna og ein 24 ára gamal maður, vórðu handtikin í samband við átakið hjá politinum á sjónum, og tvey fólk, ein 36 ára gomul kvinna og ein 30 ára gamal maður, vórðu handtikin í samaband við átakið hjá politnum á landi.

Tey verða øll skuldsett fyri brot á grindalógina.

Politiið hevur í samband við átakið á sjónum somuleiðis lagt hald á ein minni bát.

Pressutalsmaður: Andras Marr Poulsen, varapoliinspektørur.