Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fýra ár aftrat!

Síðstu átta árini havi eg havt ta stóru gleði at standa á odda fyri landsins størstu kommunu og at vera borgarstjóri í høvuðsstaðnum. Hetta hevur verið ein heiður og ein æra, og í góðum samstarvi við onnur hava vit framt úrslit og ment Tórshavnar kommunu.

Men nú kommunuval aftur er á skránni, er meira neyðugt enn nakrantíð at minna á, at einki kemur av sær sjálvum. Vilt tú hava, at sama leiðsla heldur fram næstu fýra árini eisini, so nyttar ikki at sita heima ella at atkvøða fyri onkrum øðrum, tí tá veitst tú ikki, hvat tú fært fyri atkvøðuna!

Tað er nú, vit hava brúk fyri tínum stuðli, tí tín atkvøða kann gera allan munin! Vit biðja um fýra ár aftrat, og tey kanst tú geva okkum við tíni atkvøðu! Og uppaftur betur, um tú fært onnur við tær, tí umráðandi er at fáa øll við, so Tórshavnar kommuna kann halda fram við eini sterkari leiðslu!

Sjálvt um veljarakanningarnar siga, at valið fer at hepnast so og so væl, so vinna vit einki val, um vit ikki øll greiða atkvøðu og seta krossin á rætta stað. Lurta ikki eftir teimum, ið siga, at “tað er ikki neyðugt at atkvøða fyri Heðini, tí hann fær so nógvar atkvøður allíkavæl”, tí hugsa øll tað, verður úrslitið eisini hareftir!

Eg vil fegin standa á odda næstu fýra árini eisini, men skal tað eydnast, mást tú hjálpa til við tíni atkvøðu! Tí vil eg inniliga heita á øll, ið vilja hava Tórshavnar kommunu at halda fram á somu kós, um at atkvøða fyri okkum á lista C!

Takk fyri tín stuðul!

Heðin Mortensen

borgarstjóri