
Fylg við gróðrinum á Landgrunninum
Eins og undanfarin ár fylgir Havstovan við í, hvussu gróðurin er á Landgrunninum um summarið. Lívfiskastøðin í Skopun tekur royndir í Skopunarfirði hvørja viku í summarhálvuni, sum Havstovan síðani kannar.
Gróðurin, plantuæti, er fyrsti liður í føðiketuni, og er harvið grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Kanningar á Havstovuni hava áður víst neyvt samband millum gróðurin og eitt nú tilgongd og vekt av toski og hýsu á Landgrunninum. Kanningarnar vísa eisini, at tað er sera ójavnt, hvussu nógv plantuæti er tey ymisku árini.
Plantuæti eru evarska lítlar plantur (oftast 1/10 – 1/100 millimetur til støddar), sum sveima í sjónum og nørast sum aðrar plantur við sólarorku og tøðevnum.
Áhugavert verður at fylgja við í, hvussu gróðurin fer at hátta sær í ár. Úrslitini verða dagførd á heimasíðuni hjá Havstovuni hvønn mikudag og kunnu síggjast her: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=15&Itemid=120