Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fylg makrelkanningunum 2019

Árligu makrelkanningarnar eru nú byrjaðar. Hetta er ein stór altjóða felagskanning, sum miðar móti at lýsa vistskipanina við serligum denti á makrel í Norðurhøvum í juli-mánaði. Talan er um eina yvirlitstroling eftir makreli, umframt ekkókanningar av sild og svartkjafti. Umhvørviskanningar verða eisini gjørdar, har saltinnihald og hitin verður mátaður niður á 500 metra dýpi, og kanningar av djóraæti, ið verða gjørdar við glúpi.

Framferðarhátturin er, at fyri hvønn 60. fjórðing, verður trolað í vatnskorpuni í hálvan tíma, síðani verða æti- og umhvørviskanningar gjørdar. Høvuðsmálið við yvirlitstrolingini er at fáa tilvega vísital fyri makrelstovnin, í sambandi við stovnsmetingarnar seinni í summar.

Seks skip luttaka í kanningunum, sum byrjaðu fríggjadagin 28. juni, tá Finnur Fríði byrjaði sunnanfyri. Kanningarnar hjá Finni Fríða ganga eftir ætlan. Fyrstu viku í juli byrja fýra skipa afturat, eitt í Norðsjónum, eitt norðan fyri Ísland og tvey í Norskahavinum. Sætta skipið fer at gera kanningar í grønlendskum øki seinni í mánaðinum.

Nýtt í ár er, at til ber at síggja hvar skipini eru stødd, og hvussu langt tey eru komin við kanningunum. Leinkja til kort við kanningargongdini liggur á forsíðuni hjá Havstovuni og kann síggjast her.