Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fútin kundi farið eftir Sjúrði: Tordi ikki

Tað er heldur ikki rætt, at fútin ikki reisir ákæru fyri ærumeiðing. Men hevur jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, rætt í, at Sjúrður hevur ærumeitt prestin, so kann fútin vera í iva, men hann kann eisini vera bangin fyri hvat fer at henda hvørjeferð ein kontroversiellur persónur ger viðmerkingar til prædikur. Men fútin kann altíð reisa ákæru, og hann hevur gjørt tað fyrr – men tað var fyri at fremja sensur.

Oyggjatíðindi 8. februar 2013:

So komu boðini. Ákæra verður ikki reist móti Sjúrði Højgaard, prædikumanninum úr Rituvík, fyri tað, sum hann førdi fram í eini prædiku beint eftir nýggjár um prestin í Fuglafirði, Anne Mette Klemensen.

Prestur føldi, at hon sjálv og børn hennara vóru hótt og valdi at melda prædikumannin. Men ákæruvaldið metir altso ikki, at orðini hjá Sjúrði Højgaard eru revsiverd.

Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur, varð togaður í útvarpsstovuna av Liljan Weihe, tíðindaleiðara, at eygleiða og gera viðmerkingar um talufrælsi. Orðaskiftið gekk aftur og fram um útsóknirnar hjá prædikumanninum. Advokaturin tók til eftirtektar, at fútin ikki metti seg kunna fara eftir Sjúrði Højgaard, fyri at hótta tænastumann, og heldur ikki kundi hann brúka § 266b.

Men sami advokaturin pastóð í útvarpssendingini, at prestin í Fuglafirði, Anne Mette Klemensen, kundi fara eftir Sjúrði Højgaard, eftir vanligu reglunum fyri ærumeiðing – t.v.s., § 267, og vildi hon hava mannin fongslaðan, kundi hon tikið § 268 við eisini, men so kundi hann brúkt § 269 at vart síni sjónarmið, sum hann saktans eisini kundi komið væl frá.

Men mentan er, at í Føroyum virkar løgfrøðin ikki sum í øðrum demokratiskum londum.

Tað er kortini ikki gott at vita, hví hasin advokaturin, Jógvan Elias Winther Poulsen, í útvarpinum, hevði brúk fyri at lúgva um, at ákæruvaldið var avmarkað í spurninginum um úttalilsini hjá Sjúrði Højgaard, og ikki kundi reisa eina sak um ærumeiðing.

Tað er beinleiðis ósatt, tá prógv eru fyri, og at blaðstjórin á Oyggjatíðindum, er talandi dømi um, at ákæruvaldið hevur reist sak um ærumeiðing fyrr. Tað, sum bara ikki má koma fram í dag er, at hetta var fyri fyri úttalilsir hjá øðrum navngivnum persóni, men hetta helt ikki ákæruvaldinum frá at krevja boðberan fongslaðan.

Talan var annars um, at Joen H. Andreassen, táverandi einasti umsitingarligi sorinskrivari, føldi seg ærumeiddan av úttalilsum hjá Bergi Wardum, sum varð endurgivin í Oyggjatíðindum. Haraftrat var endurgivið úr skjølum, sum longu vóru løgd fram í rættinum.

Men hvørki ákæruvaldið ella dómarin tordu at fara eftir kelduni, men valdu boðberan, blaðstjóran, Dan Klein, fyri at fremja sensur.

Teir vóru so grovir – dómarin og fútin, at teir deildu dómin í millum sín. Fútin helt, at tá hansara starv eisini var hótt av hesum persóninum, sum hevði kallað arbeiði á fútaskrivstovuni fyri goodfather virksemi, vildi fútin eisini hava dóm fyri hesar skuldsetingar, og tað fekk hann eisini.

At Dan Klein, ongan lut átti í hesum sokallaðu skuldsetingum, hevði ongan týdning. Hansara leikulutur var, at hann hevði givið pláss fyri kritiskum útsøgnum, og tað skuldi steðgast, uttan mun til § 77 í grundlógini, sum sigur, at sensurur ongantíð aftur má fremjast í danska ríkinum.

Var rætturin habilur, so vildi dómurin av somu orsøk verið ógildaður, men rætturin hevur ongantíð verið habilur, og hevur eisini við tíðini framleitt prógv í móti sær sjálvum og skipanini, sum heild. Í dag geva vit bara ein smakk upp á eina sjúka skipan og eitt sjúkt samfelag.

Og ákæruvaldið fýrdi ikki fyri at leggja ein ólógligan dóm undir fyri at rættvísgera fongslingina.

Sokallaði Globaldómurin, sum var treytaður, varð lagdur undir, so blaðstjórin kundi fongslast. Hesin dómurin er søguligur, tí blaðstjórin bleiv dømdur fyri at skriva, at talan var um fiktivan eginpening í Global-skipunum. Seinni gjørdi skattavaldið avtalu við Global-leiðsluna í rættinum um, at skattur skuldi betalast av hesum fiktiva eginpeninginum.

Tað bleiv góðtikið í semju í Føroya Rætti.

Harvið fekk blaðstjórin rætt í sínari skriving. Men ongin vildi sleppa dóminum. Talan var um fiktivan eginpening, men kortini eydnaðist tað ákæruvaldinum at fongsla blaðstjóran uppá ein dóm, sum ikki longur gav meining, tá skattavaldið hevði fingið eina játtan um, at skattur skuldi betalast av fiktiva partyinum av fíggingini í skipunum.

Jú, fútin kundi farið eftir Sjúrði, men hann tordi ikki, ella hann ikki vildi, men eitt er givið. Hasir kalarnir hava ikki hildið seg aftur at fáa ósek dømd uppá kontoina um ærumeiðing.