Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fúsarin hjá fútanum: Slepti mentalkanningini

Tey flestu minnast sensatiónina í Dimmalætting, tá blaðið kunngjørdi, at potentiellur mumbumaður var handtikin, og varðhaldsfongslaður fyri dupult afturlatnum hurðum.

Oyggjatíðindi fór inn í málið, og avdúkaði eina samansvørjing, sum ikki hevur verið sædd fyri í sama líki.

Talan var um Jóannes í Dali, sum hevði avdúkað løgregluna fyri at føra sak í móti honum við falsaðum pástandum.

Uttan at hava nakað sum helst, loyvdi dómari at Jóannes í Dali, kundi mentalkannast, tí málið var so sera álvarsamt. Maðurin var ein vandamikil bumbumaður, var pástandurin í rættinum.

Danskir serfrøðingar høvdu kannað teir lutir, og tey evnir, sum tikin vóru frá Jóannesi í Dali, og eisini tilfar í teldu hansara, og tað vísti seg, at onki, sum helst var í skuldsetingunum.

Kortini var mentalkanningin byrjað, og Oyggjatíðindi 26. august 2011, skrivaði um hvat hendi í Mjørkadali, tá Jóannes í Dali sat har, og skuldi kannast. Taðå var ein fusari.

Finn Ougaard, varafúti, klárar ikki at ganga í seg sjálvan, men grundgevur soleiðis, at ákæruvaldið sleppur kravinum um mentalkanning, og um hví so er:

Vedrørende mentalundersøgelsen frafalder jeg min begæring herom. Som sagen foreligger på nuværende tidspunkt, er der fremkommet oplysninger om, at den psykolog, som skulle foretage undersøgelsen, har måtte frasige sig at foretage undersøgelsen, hvorfor jeg med henvisning hertil ej længere fastholder mit krav om en mentalundersøgelse.

Her gongur varafútin ørindir fyri sína egnu lygn. Hann kallar psykiataran fyri psykolog…

Lesið meira í blaðnum.

Og lesið so eisini tað seinasta um Pidda, og um tá ið Dávur mistið flogið í Vága floghavn...

Alt hetta bara í Oyggjatíðindum. Hvat tá…

Greinarnar kunnu keypast við gjalds-kortið fyri kr. 7,50. Hendan tænastan hevur tó ikki rigað í longri tíð, og tí hevur Knassar sett seg í samband við PayPal-skipanina, sum arbeiðir við hesum trupulleikanum. Vit siga frá, tá hetta er komið uppá pláss, og at tað ber til hjá einum og hvørjum at keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar:

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:

oyggjat@olivant.fo

Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.

 

Add to Cart