Fuppdømdur: Hansara egni advokatur stakk Finn Arna í ryggin
PERLA: Finn hjá Høgna hjá Ryssumagnusi í Havn, fekk ikki nakra dreymabyrjan uppá lívið. Hann bleiv upp gjøgnum skúlaárini í Havn misbrúktur seksuelt av einum manni. Hvørki kommunulækni ella seinni læknar á deild 2 vildu hava málið meldað til løgregluna, tó at hetta greitt stendur í lógini. Oyggjatíðindi 24. juni 2009.
Finn Arne fer úr skúlanum og til skips, uttan at duga at lesa, skriva ella rokna. Har loystu menn út á honum, og brúktu hann annars sum rukku umborð.
Barlast hansara var, at tað var frítt slag hjá teimum, sum vildu misbrúka hann. Hetta fekk ikki avleiðingar. Tað nyttaði einki at siga frá.
Í ungdómsárunum var hann villur, var úti í misbrúki við bæði øli og narkotika, og var, sum hann sjálvur sigur, ikki av Guðs bestu børnum.
Tað gjørdi tað ikki betur, at løggan hevði ongar avmarkingar, og var eftir Finn Arna í tíð og ótíð, og oftast fyri viðurskiftir, Finn Arni ongan lut átti í.** Men tað er serliga eitt mál, Finn Arne, hevur sera ringt við at svølgja.
Hetta var eitt brot á lógina, framt leygardagin 26. januar 2002 í ferðsuhøllini í Hovedbanegården í Kerypmannahavn, har hann skuldi hava brúkt hóttandi atburð mótvegis øðrum ferðandi.
Tað var ikki betur, at Finn Arne, skuldi ikki hava havt upplýst navn, adressu og føðingardag fyri politinum í DK.
Tó at kravið var ikki ta stóra, eina bót uppá kr. 500,00, so bardist Finn Arni Samuelsen, sum úlvur á skóg í móti hesum kravinum, sum hann heldur einki átti í.
- Eg róði út á Norðhavinum. Hetta var eisini besta tíð til útróður, sigur Finn Arni.
Skipari hansara váttaði skrivliga frágreiðing hansara, enntá på tro og love.
Eg bleiv tvungin at slúka dóminum. Eg var í slíkari sálarstøðu, at eg rætt og slætt ikki visti hvat var upp ella niður.
- Fyri at fáa frið, góðtók eg tað, ið teir høgu harrar vildu hava meg til at góðtaka, sigur Finn Arni.
- Heldur beiskur biti, tá ið eg veit, at eg henda dag ikki var í Danmark.
Um Finn Arni nakrantíð fær svar uppá teir nógvu spurningarnar, er sera ivasamt, men hann vildi fegin fingið at vita hvat, hví og hvussu í verðini, tað bar til, at slík sak yvirhøvur kemur fyri í einum sokallaðum demokratiskum samfelag, sum Føroyar siga seg at vera.
Tilnevndi verjin hjá Finni var Fríða Patursson, advokatur.
Hvønn hon arbeiddi fyri var ikki gott at vita. Vit síggja í sakini, at advokaturin skrivar:
Eg síggi, at tygum í rættinum hava sagt frá, at tygum ikki vóru í Danmark í januar 2002, tá hendingin, tygum eru ákærdur fyri, skal vera farin fram. Eg fari at spyrja, um tygum kunnu útvega prógv fyri, at tygum ikki vóru í Danmark hetta tíðarskeið.
Hetta skrivar advokaturin, hóast hon fullvæl veit, at talan er ikki um øvugta prógvføring - at Finn skal prógva seg ósekan, men at løggan skal prógva Finn sekan.
Mannagongdin er fyrst og fremst tann, at ákæruvaldið hevur eina objektiva skyldu at lýsa málið frá báðum síðum. Tað ger ákæruvaldið ikki, men fær í staðin advokatin at spyrja Finn eftir prógvi fyri, at hann ikki var staddur í Danmark.
Eitt er, at Finn Arni er sálarpíndur og forvirraður hesa tíðina, men annað er, at verjuadvokaturin átti at kravt, at løgreglan prógvaði, at Finn var í Danmark. Ikki øvugt.
Tað kláraði ákæruvaldið ikki, men fekk Finn dømdan, tí hann als ikki møtti upp til dómsviðgerðina. Hann hevði hvørki álit á løgregluni og tíansheldur á egnum verja ella rættarskipanini.
Hann bleiv eisini fuppdømdur!?