Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fundur við løgmann um Tips & Lotto puljuna

Hósdagin hin 20. februar fer nevndin í Landsfelag Pensjónista á fund við løgmann Kaj Leo Johannesen at tosa um býtið av Tips & Lotto peninginum.

Síðan seinasta summar hevur nevndin í Landsfelag Pensjónista verið á fleiri fundum við stóru politisku flokkarnar, Sambandsflokkin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin við ynski um, at lóg um ítróttarvedding verður broytt, so eisini Landsfelag Pensjónista fær lut í tí peningi sum á hvørjum ári kemur til landið frá donsku Tips & Lotto puljuni. (árliga í alt uml. 10. mió. kr.)

Hesin peningur verður, sum er, sambært lóg um ítróttarvedding útlutaður millum nakrar ávísar aktørar og felagsskapir í føroyska samfelagnum. Landsfelag Pensjónista fær sambært hesi lóg um ítróttarvedding ongan lut í tí peningi sum kemur til Føroya frá donsku Tips & Lotto puljuni. I DK stavar mesta inntøkan hjá pensjónista- og eldrafeløgum júst frá donsku Tips & Lotto puljuni.

Nú Innlendismálaráðið er lagt niður, hoyra løgmál og harvið lóg um ítróttarvedding undir málsræði hjá løgmanni, Kaj Leo Johannesen. Og hevur Landsfelag Pensjónista tískil biðið um fund við løgmann at viðgera hetta fyri Landsfelag Pensjónista sera týdningarmikla mál – so pensjónista- og eldrafeløgini kunnu fáa ein nátúrligan part av donsku Tips & Lotto milliónunum sum koma til landið, at nýta til virksemi til frama fyri tey eldru í samfelag okkara.

Nevndin í Landsfelag Pensjónista væntar at løgmaður tekur væl ímóti umbøn felagsins um at broyta lóg um ítróttarvedding soleiðis, at Landsfelag Pensjónista og pensjónista- og eldra-feløg kring landið fáa fíggjarligan møguleika at bjóða fram tiltrongd trivnaðartiltøk- og tilboð til gagns fyri tey eldru í samfelagum.

Tórshavn hin 17. februar 2014

Nevndin í

Landsfelag Pensjónista