Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fundur í Klaksvík um eldraøkið

Týskvøldið 30. september kl. 19.30 verður fundur í Ósáskúlanum um framtíðar eldraøkið. Ása Róin, Meta av Fløtum, Eyðfríð L. Jacobsen, Eyðun Christiansen og Hedevig Matras fara at leggja fram

Tíðindaskriv, 26. september 2014

Stóru broytingarnar innan eldraøkið og í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum í framtíðin gera tað alneyðugt at hugsa nýtt. Djúptøknar broytingar mugu gerast, ið skulu tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu, hóast fyritreytirnar hjá vælferðarsamfelagnum broytast.

Hetta verður evnið á almennum fundi, sum TIGN skipar fyri í Ósáskúlanum í Klaksvík, týskvøldið 30. september kl. 19.30, har fleiri áhugaverdar framløgur vera at hoyra.

Ása Róin, adjunktur í sjúkrarøktarfrøði, fer at leggja fram nøkur úrslit frá kanning um tað at eldast í Føroyum:

• hvat hevur týdning í einum gerandislívi

• hvussu uppliva tey eldru sjálvi tað at eldast.

Meta av Fløtum, leiðari í Heilsuhúsinum í Havn, og Eyðfríð L. Jacobsen, leiðari á sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu, fara at hava felags framløgu:

• hvussu Tórshavnar kommuna ætlar at skipa eldraøkið, nú tað verður yvirtikið

• hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman á økinum.

Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, fer at tosa um framtíðar avbjóðingar á eldraøkinum:

• stóru broytingarnar í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum komandi áratíggjuni

• neyðugt við nýhugsan og broytingum innan eldraøkið

• broytingar, sum skulu til fyri at tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu

Hedevig Matras, fysioterapeutur og økisterapeutur í Norðoyggjum

• týdningin av at røra seg, tá ein eldist, eisini hóast sjúku ella brek

Eftir fundin er orðið frítt og ein drekkamuður verður eisini at fáa.