Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fundur í Glyvrahanusarhúsi í Norðragøtu

Aðalstjórn og floksstjórn Tjóðveldisfloksins og tingmanning floksins hava hesar seinastu dagarnar ferðast kring landið og vitjað økisfeløgini í sambandi við, at flokkurin er í holt við at dagføra stevnumiðini, dagsaktuellu politisku miðini, sum standa á stevnuni frá 1948.

Tíðindaskriv frá Eysturoyar Tjóðveldisfelag:

Í kvøld – 05.06.13 – verður fundur hildin í Glyvrahanusarhúsi í Norðragøtu, har hesi høpi floksins hitta nevnd Eysturoyar Tjóðveldisfelags og kommunalpolitikarar í oynni. Eftir eina stutta rundvísing í gamla býlinginum, sum byrjar kl. 18, verður hesin fundurin settur kl. 18:30.

Limafundur:

Kl. 20 verður fundur hildin fyri limum Eysturoyar Tjóðveldisfelags, har limir í øðrum økisfeløgum kring landið somuleiðis eru hjartans vælkomnir til at luttaka. Á báðum hesum fundum verður evnið fólkavøkstur og vinnupolitikkur og vinnuframi. Heitt er á búskaparfrøðingin Magna Laksáfoss um at greiða frá sínari støðu til hesi umráðandi mál á fyrra fundinum, og tingmaðurin Páll á Reynatúgvu fer at leggja fyri á limafundinum kl. 20 hesum viðvíkjandi.

Møti fjølment

Eysturoyar Tjóðveldisfelag