Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fundur í Føroya Váðaráði 4. november 2019

Føroya Váðaráð hevur verið á fundi fyri sjeyndu ferð. Váðaráðið heldur ikki tekin vera um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum. Henda metingin byggir á, at útlánsvøksturin hjá bankunum er minkaður í 2019 hóast vøksturin í BTÚ er øktur í mun til í fjør. Føroya Váðaráð heldur tó framvegis eyga við, hvussu skjótt útlánini vaksa. Váðaráðið hevur í samstarvi við danska váðaráðið greinað kapitalbuffararnar í Føroyum. Kapitalbuffarar eru amboð, sum fíggjarmyndugleikin brúkar at tryggja ein passandi eginpening í bankunum.

Útlánini hjá føroyskum bankum eru ikki vaksin skjótari enn búskapurin í 2019. Útlánini eru vaksin síðani 2014, men vøksturin er minkaður nakað. Vøksturin í BTÚ er mettur at vera 6,6% í 2019, meðan útlánini í løtuni vaksa við umleið 3% í føroysku peningastovnunum. Í uppgongutíðum er ikki óvanligt at innlánsyvirskotið í bankunum minkar ella at handilsjavnin versnar, men hesi viðurskifti eru ikki galdandi í løtuni.  

Verða útlán frá donskum peninga- og realkredittstovnum roknað upp í samlaðu útlánini í Føroyum, er útlánsvøksturin umleið 4%. Hetta kemur serliga av øktum eftirspurningi eftir donskum realkredittlánum til sethúsafígging. Hagtølini vísa, at føroysku húsarhaldini í størri mun taka lán við fastari heldur enn broytiligari rentu. Av samlaðu sethúsafíggingini í Føroyum, telja donsku realkredittlánini nú 27%. 
Samstundis minkar mongdin av realkredittlánum, ið eru avdráttarfrí. Hetta vísir, at føroysku húsarhaldini í enn størri mun enn áður, gjalda sethúsaskuld aftur. Føroysk húsarhald eru sum heild dúglig at gjalda niður skuld; einans 20% av sethúsalánunum frá donsku realkredittstovnunum eru avdráttarfrí, og avdráttarskái á vanligu sethúsalánunum úr føroyskum peningastovnum, verður bert nýttur í sera avmarkaðan mun.

Sethúsaprísirnir vaksa framvegis. Sethúsaprísirnir í Havn eru øktir 14% fyrstu tríggir ársfjórðingarnar í 2019 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Samstundis eru íbúðarprísirnir minkaðir við 7% í Havn, ímeðan sethúsaprísirnir í størri bygdunum eru øktir við 10% og í smærru bygdunum við 30% teir fyrstu tríggir ársfjórðingarnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Føroya Váðaráð eygleiðir og eyðmerkir viðurskifti, ið kunnu hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið í Føroyum. Váðaráðið heldur ikki, at greið tekin eru um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum.

Onnur evni
Danska Váðaráðið – det Systemiske Risikoråd – hevur í samstarv við Føroya Váðaráð gjørt eina greining av kapitalbuffarunum í Føroyum í sambandi við málið um markvirði fyri tilnevning av SIFI-bankum í Føroyum. Umboð fyri danska váðaráðið luttóku á fundinum við Føroya Váðaráð, har greiningin varð umrødd. Harafturat fingu umboð frá Felagið Peningastovnar høvi at leggja fram síni sjónarmið fyri limunum í Føroya Váðaráði og umboðunum úr danska váðaráðnum. Greiningin verður løgd fram fyri danska váðaráðnum í desember 2019.